Gjaldsjavni
12. okt 2022
Avlopið á gjaldsjavnanum á sama støði sum í 2020

Uppgerðin av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fyri 2021 vísir ein lítlan vøkstur í mun til 2020.

Stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani 2013.

[px-graph-1]

Rakstraravlopið fyri 2021 liggur á sama høga støði sum árini 2013 og fram. Stórur partur av avlopinum stavar frá avlopi á vøruhandilsjavnanum. Vøruhandilsjavnin vaks frá 249 milliónir krónur í 2020 til 778 milliónir krónur í 2021. Eitt nú vaks laksútflutningurin 1.177 milliónir krónur frá 2020 til 2021.

Vøksturin í innflutninginum av tænastum hevur verið størri enn vøksturin í útflutninginum. Hetta hevur ført til, at tænastujavnin er minkaður 99 milliónir krónur frá 2020 til 2021. Útflutningurin av ferðavinnutænastum er vaksin nakað frá 2020 til 2021, orsaka av vaksandi ferðavinnu. Útflutningurin av flutningstænastum er eisini vaksin, meðan inntøkurnar frá øðrum tænastum antin eru minkaðar ella liggja í stað. Innflutningurin er vaksin fyri so at siga allar tænastubólkar.

[px-graph-2]

 

Stutt lýsing av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans

Tænastuhandilin við umheimin er grundaður á spurnabløð, ið Hagstovan sendir út til ávísar fyritøkur. Av tí sama er ein ávís óvissa um hesi tølini.

Uppgerðin av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fevnir um vøruhandil, tænastuhandil, inntøkuflytingar til og frá útlondum, ið eru lønarflytingar og ognarinntøkur frá beinleiðis íløgum og íløgur í virðisbrøv og lánsbrøv, umframt rentur á inn- og útlán og vøru- og tænastukredittir. Rakstrarflytingar eru fyrst og fremst einvegis flytingar uttan einum beinleiðis mótkravi frá móttakara. Hetta er eitt nú flytingar frá danska statinum og pensións- og tryggingarflytingar.

Uppgerðin gevur innlit í, hvat slag av tænastum, inntøkuflytingum og rakstrarflytingum, sum eru millum Føroyar og umheimin.

PX Web Graph News