Fólkatal
16. aug 2021
Støðuga gongdin í fólkatalinum heldur fram

1. juli búðu 53.399 fólk í Føroyum. Seinasta árið løgdust 796 fólk afturat, sum er ein vøkstur á 1,5% samanborið við 1. juli í fjør. 

Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum frá 1985 og fram til nú.

[px-graph-3]

Gongdin í fólkatalinum verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð).

Vøksturin í fólkatalinum seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 333 og nettoflyting á 453. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er nettoflytingin 209 minni, meðan burðaravlopið er 38 størri. Seinastu tvey árini er nettoflytingin minkað nakað, samstundis sum burðaravlopið er vaksið nakað. Samlaða ískoytið til fólkavøksturin er tí framvegis javnt vaksandi.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini.

flyting

 

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum.

fødd_deyð

 

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í hvørjari kommunu 1. juli 2020 og 1. juli 2021.

Eins og í fjør eru fólkaríkastu kommunurnar í landinum Tórshavnar, Klaksvíkar og Runavíkar kommunur, og minstu kommunurnar eru Fugloyar, Skúgvoyar og Fámjins kommunur.

Síðsta árið vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu við 397 fólkum, meðan størsta afturgongdin var í Eiðis og Vestmanna kommunum, har 7 fólk fluttu úr kommununum.

Í prosentum var størsti vøkstur í Hovs kommunu, har fólkatalið vaks við 6,2 prosentum, tað er seks fólk. Síðani kemur Sands kommuna, har fólkavøksturin var 3,6 prosent, 19 fólk. Størsta minking í prosentum var í Fugloyar kommunu, 2,6 prosent, tað er eitt fólk.

[px-graph-1]

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum