Innflutningur av vørum
16. feb 2021
Innfluttu fyri 8,1 mia. í 2020. Tað sama sum árið fyri.
Samlaði innflutningurin í 2020 er áleið tann sami sum í 2019, og 5% størri enn í 2018. Síðan 2014 er innflutningurin vaksin millum 2 og 10% um árið, men nú er vøksturin steðgaður.
Tað, sum vit rokna sum innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er vaksið 11% í ár. Tað er serliga innflutningurin av drúgvum og hálvdrúgvum nýtsluvørum, so sum innbúgvi og hvítvørum, sum er vaksin.
Tað er eisini innflutt meiri av rávøru til fiskavirking, vørum til byggivinnuna og aðra framleiðslu.
Samlaða innflutta nøgdin av brennievni er vaksin 10% í fjør, samanborið við árið fyri. Samstundis er virðið minkað yvir 300 mió. kr. ella 25%.
Innflutningurin av skipum minkaði 18% og av maskinum og aðrari útgerð var minkingin 6%.
[px-graph-1]
[px-graph-2]