Løntakarar
11. nov 2020
27.200 løntakarar í oktober – 0,3% fleiri enn í fjør

Tað eru knappliga 100 fleiri løntakarar enn fyri einum ári síðani ella ein vøkstur á 0,3%.

Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at hóast tað enn leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur løntakaratalið munandi spakuligari enn tað hevur gjørt. Serliga hetta seinasta árið hevur ferðin ikki verið tann sama.

[px-graph-1]

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. 

Í oktober vóru 14.030 menn í løntakaraskaranum og tað eru 22 færri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar vóru 13.154 í tali, ella góðar 100 fleiri enn í fjør. 

Hóast vøkstur, so er løntakaratalið hjá bæði monnum og kvinnum ikki vaksið við somu ferð - serliga hjá monnum hevur vøksturin verið avtakandi seinastu mánaðirnar.

[px-graph-2]

Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar.

Samanborið við oktobermánað í fjør er løntakaratalið vaksið 1,2% í "almennari o.a. tænastu" og 1,5% i "fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu", meðan løntakaratalið er minkað 0,9% í "byggivinnu o.a. tilvirking" og 0,7% í "privatum tænastuvinnum".

Seinasta árið hevur lítil og eingin vøkstur verið í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Tað eru góð tvey ár síðani, at ferðin í vøkstrinum fór at minka í privatu tænastuvinnunum.

[px-graph-3]

[px-graph-4]

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um vinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News