Lønargjaldingar
14. apr 2021
925 milliónir í lønum í mars - vøksturin nærum steðgaður upp

Í mars vórðu 925 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru knappar 50 milliónir fleiri í mun til sama mánað í fjør.

Útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum eru lýstar á myndini niðanfyri. Trendurin vísir, at vøksturin í lønargjaldingunum er nærum steðgaður.

[px-graph-1]

Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan á tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo.

Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. lønargjaldingarnar ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í lønargjaldingunum.

Soleiðis flætta tit grafin á tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara.

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin.

Í mars áttu menninir 585 milliónir av lønargjaldingunum. Tað eru 13 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 340 milliónir, sum eru 37 milliónir meira enn sama mánað í fjør.

[px-graph-2]

Meðan vøkstur er í lønargjaldingunum í 'almennari o.a. tænastu' og 'privatu tænastuvinnunum', er vøksturin steðgaður upp í 'byggivinnu o.a. tilvirking' og 'fiskivinnu o.a. tilvirking'.

[px-graph-3]

[px-graph-4]

Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinasta árið taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri. 

[px-graph-5]

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News