Arbeiðsfjøld
02. feb 2024
Føroyar hava lægsta arbeiðsloysi í Evropa

Arbeiðsloysið er minkað seinasta árið og er á sama stigi sum áðrenn korona. Føroyar hava lutfalsliga lægsta arbeiðsloysið í Evropa - serliga er tað lágt hjá føroyskum kvinnum.

Arbeiðsleys eru fólk, sum einki arbeiði hava, eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan tvær vikur.

Í hesari grein verða tøl nýtt úr altjóða sambærligu arbeiðsfjøldarkanningini, sum verður gjørd árliga í november. Arbeiðsloysistalið í kanningini er ikki sambærligt við tey arbeiðsloysishagtølini, sum koma út mánaðarliga. Tey mánaðarligu arbeiðsloysistølini eru einans grundað á skráir hjá ALS og Almannaverkinum, ið bert fevnir um fólk í aldrinum 16 til 66 ár.  Harafturímóti verður árliga arbeiðsfjøldarkanningin gjørd upp úr bæði almennum skráum og eini spurnakanning av teimum, ið ikki eru skrásett í arbeiðsloysisskipanum, og fevnir um fólk í aldrinum 15 til 74 ár. Kanningin fevnir tískil um fleiri, bæði tí aldursbólkurin er størri, og tí hon eisini fevnir um fólk uttan fyri arbeiðsloysisskipanirnar. 

Arbeiðsfjøldarkanningin er gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðarafelagnum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at tølini kunnu samanberast við hagtøl úr øðrum londum. Eftir hesum ásetingum verður aldurspennið 15 til 74 ár nýtt.  

Fleiri arbeiðsleysir menn enn kvinnur 

Arbeiðsloysið í Føroyum er niðri á sama stigi sum í 2019, áðrenn koronafarsóttin rakti. Arbeiðsloysið hevur verið minkandi síðan 2021. 

Arbeiðsloysið hjá monnunum er ikki minkað við somu ferð sum hjá kvinnunum. Tað er 1,7 prosent hjá monnum, sum er 0,6 prosentstig hægri enn 2019. Arbeiðsloysið hjá kvinnunum er 0,9 prosent, sum er 0,5 prosentstig lægri enn 2019. Í tali eru tað 304 arbeiðsleysir menn og 130 arbeiðsleysar kvinnur. Sostatt eru tvær ferðir so nógvir arbeiðsleysir menn sum kvinnur.

[px-graph-1]

Lægsta arbeiðsloysið í Evropa 

Føroyar hava eitt lutfalsliga lágt arbeiðsloysi samanborið við onnur lond. Av teimum avmyndaðu norðurlendsku londunum og ES miðaltalinum í árunum 2015 til 2022 liggja Føroyar lægst. Ísland er tað einasta av hesum londunum, sum tað eina árið, í 2016, hevur havt lægri arbeiðsloysi. Í hesum londum er arbeiðsloysið lækkað hesi árini, uttan tá korunufarsóttin rakti. 

Sambærligu talvuna hjá Eurostat við fleiri londum finnur tú her.

Eurostat, sum er hagtalsstovnurin í Evropasamveldinum, hevur enn ikki gjørt arbeiðsfjøldina upp fyri fjórða ársfjórðing í fjør fyri lond í Evropa. Tí verða teirra tøl frá fjórða ársfjórðingi í 2022 nýtt til samaberingar við nýggjastu føroysku tølini. Hesi verða mett til at vera mest lík orsakað av árstíðarbroytingum í arbeiðsfjøldum. Aldrarnir frá 15 til 74 ár er altjóða sambærliga aldursspennið, sum verður brúkt.

Í Evropa hava Føroyar lutfalsliga lægsta arbeiðsloysið við 1,3 prosentum.  Tað hægsta arbeiðsloysið er í Spania við 13 prosentum og í Grikkalandi við 12 prosentum. Bæði Svøríki og Finnland liggja oman fyri ES miðaltalið, meðan hini norðurlondini liggja undir. Kekkia er landið, ið liggur tættast at føroyska arbeiðsloysinum við 2,2 prosentum. 

Bæði føroyskar kvinnur og menn liggja lægst millum øll londini í Evropa. Arbeiðsloysið hjá føroysku kvinnunum brýtur serstakliga frá og er undir eitt prosent. Tær liggja 1,6 prosentstig lægri enn í Íslandi við 2,5 prosentum. Arbeiðsloysið hjá føroyskum monnum er 0,2 prosentstig lægri enn í Kekkia.

Størsta arbeiðsloysið er millum tey ungu

Munurin millum Føroyar og onnur lond er sjónligur í øllum aldursbólkum. Størsta arbeiðsloysið er millum tey ungu í aldrunum 15 til 19 ár. Samanborið við Danmark og ES er arbeiðsloysið hjá teimum í tjúgunum í Føroyum munandi lægri. Í Føroyum er næststørsti aldursbólkurin 60 til 64 ár. Fyri hesi er arbeiðsloysið 2,2 prosent, sum er næstan ájavnt tað danska við 2,5 prosent.

Sambærligu talvuna hjá Eurostat við aldursbólkum finnur tú her.

Um arbeiðsfjøldarkanningina

Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðarafelagnum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at tølini kunnu samanberast við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum. Tølini eru gjørd upp við fullari teljing burtur úr almennum skráum, so sum landsfólkaskránni, samtíðarskattaskipanini, skattaendaskránni, mvg-skránni, arbeiðsloysisskipanini, og veitingar- og studningsskráum í almanna- og undirvísingarverkinum. Haraftrat er ein spurnarkanning á umleið 1.000 stakroyndir gjørd millum teirra, ið ikki vóru at finna í almennu skráunum. Hesi 1.000 spurdu verða síðani upproknað til fulla talið av óskrásettum (uml. 5.000). Kanningin verður gjørd seinast í november hvørt ár, har spurt verður um arbeiðsviðurskifti í vikuni, sum 15. november er í. Í spurnakanningini verða øll, ið høvdu meira enn 1 tíma vinnuligt arbeiði í kanningarvikuni, flokkað sum arbeiðsvirkin, eisini um arbeiðið var ólønt. Tey sum einki arbeiði hava, verða bert flokkað sum arbeiðsleys, um tey eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri 2 vikur. Teljingin og spurnarkanningin fevnir um fastbúgvandi føroyingar í aldrinum 15-74 ár.

Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav og ikki hava nakað lønandi arbeiði, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum orsøkum.

Áðrenn 2015 bygdu tølini ikki á skráir, men høvdu støði burturav í spurnakanningini, ið varð upproknað til fulla arbeiðsfjøld. Tískil eru tølini frá 2014 og eldri estimeraði. Arbeiðsloysið í hesi kanningini kann ikki beinleiðis samanberast við hini arbeiðsloysistølini hjá Hagstovuni, ið eru grundað á skráir hjá arbeiðsloysistryggingini (ALS) og Almannastovuni.

Orðalýsingar:

  • Arbeiðsfjøld telur partin av fólkinum, sum kann veita arbeiðsmegi. Tað fevnir um bæði arbeiðsvirkin og arbeiðsleys fólk.
  • Arbeiðsvirkin eru tey, sum eru løntakarar, eru fyribils úr arbeiði ella arbeiða fyri seg sjálvan. Tey arbeiða fyri løn, vinning ella feingi.
  • Arbeiðsleys eru tey, sum einki arbeiði hava, søkja arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri 2 vikur.
  • Vinnuliga óvirkin eru tey uttan fyri arbeiðsfjøldina, sum hvørki eru arbeiðsvirkin ella arbeiðsleys .
  • Vinnutíttleiki er arbeiðsfjøldin í % av øllum fólkatalinum í vinnuførum aldri, t.e. frá 15 til og við 74 ár.
PX Web Graph News