Nøvn
01. sep 2025
Best umtóktu nøvnini til gentur, føddar í fjør, vóru heili seks í tali

Meðan fimm av teimum seks nøvnunum eru vælkend nøvn í Føroyum, er eitt navn við á fyrsta sinni.

Best umtóktu nøvnini á gentum, føddar í 2024, vóru Brim, Emma, Ida, Maria, Olivia og Teresa. Hvørt navnið var givið fýra gentum. Meðan fimm av teimum seks nøvnunum eru vælkend nøvn í Føroyum, er eitt navn nýtt á listanum. Navnið Brim var á fyrsta sinni givið nýføddum gentum í Føroyum í fjør. Tað er fyrstu ferð, at nøvnini Brim, Teresa, Emma og Olivia eru tey best umtóktu á nýføddum gentum.

[px-graph-1]

Bæði Ida og Maria hava verið best umtóktu nøvn á nýføddum gentum áður Ida eina ferð og Maria heili seks ferðir. Síðan 1985, sum er fyrsta uppgerðarár fyri navnahagtølini, hava knapt 200 gentur fingið navnið Maria. Maria er eisini tað navnið, sum flest kvinnur í Føroyum eita, og við ársenda í fjør búðu knapt 300 Mariur í Føroyum. 

Nøvnini Emma og Olivia hava verið vælumtókt nøvn í Føroyum, serliga seinastu 15-20 árini. Síðan 1985 hava um 70 gentur fingið navnið Emma og umleið 60 navnið Olivia. Við ársenda í fjør búðu knapt 90 Emmur og gott 70 Oliviur í Føroyum. 

Hóast Ida og Teresa eru vælkend nøvn í Føroyum, so eru tey ikki eins nógv brúkt og Emma og Olivia eru. Síðan 1985 hava um 40 gentur fingið navnið Ida, meðan 30 gentur hava fingið navnið Teresa. Við ársenda í fjør vóru gott 50 kvinnur í Føroyum nevndar Ida og knapt 30 nevndar Teresa.  

[px-graph-2]

Næstbest umtóktu nøvnini á gentum vóru Bára, Elina, Glæma, Lív og Nora. Hvørt av teimum var givið til tríggjar gentur. Nøvnini Bára og Lív hava leingi verið vanlig í Føroyum, og bæði nøvnini hava áður verið millum best umtókta navn á nýføddum gentum. Navnið Nora er vælkent navn í Føroyum, sum tó fáar kvinnur hava itið. Lutfalsliga nýtt er navnið Glæma, sum tilsamans sjey gentur hava fingið seinastu tíggju árini. 

Tríggjar gentur, føddar í fjør, hava ikki fingið navn enn. 

Les meira á temasíðuni um nøvn ella royn navnaleitaran

Stutt um nøvn

Uppgerðin fevnir um fornøvn á persónum, sum búðu í Føroyum við ársenda. Nøvnini eru gjørd upp soleiðis, sum tey eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Um ein persónur hevur eitt fornavn, verður hetta gjørt upp sum eitt navn. Um ein persónur hevur tvey fornøvn, t.d. Hans Petur, verður hetta eisini gjørt upp sum eitt navn.

Av tí at tað kunnu ganga upp til seks mánaðir áðrenn eitt barn skal hava fingið navn, verður navnauppgerðin gjørd eftir 1. juli.

PX Web Graph News