Brúkaraprístal
07. jul 2023
Árligi prísvøksturin er 4,4 prosent

Prísvøksturin heldur fram, men nú hækka prísirnir við lægri ferð, enn teir hava gjørt. Brúkaraprístalið er vaksið 4,4 prosent seinasta árið. Tað eru matvøruprísirnir og hækkandi rentur, ið eru størsta orsøkin til prísvøksturin, meðan lægri prísur á brennievni tálmar vøkstrinum.

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri inflasjónina í Føroyum. Nýggjasta uppgerðin er fyri maimánað í ár.

Tað er prísvøksturin á matvørum og hækkandi renturnar, sum hesaferð draga prísvøksturin upp. Ein onnur orsøk til hesa samlaðu broytingina er príslækkingin á brennievni, ið er lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluútreiðslunum til upphiting av bústøðum og sum brennievni í flutningi. 

[px-graph-1]

Framvegis prísvøkstur í mestsum øllum høvuðsbólkum

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Hóast inflasjónin er minkandi, so er framvegis vøkstur í øllum høvuðsbólkum uttan bólkinum 'flutningur'. Prísvøksturin er nú á sama stigi, sum hann var í februar 2022. 

[px-graph-2]

Prísirnir á mati hækkaðir góð 11 prosent

Av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum telja matur og drykkjuvørur mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Prísvøksturin á mati og drykkjuvørum er stívliga 11 prosent.

Prísirnir á matvørum hækka framvegis, tó við minni ferð enn teir hava gjørt seinasta hálvtannað árið. Frá februar til mai eru prísirnir á matvørum hækkaðir 1,4 prosent. Príshækkingarnar á matvørum hava annars ligið millum tvey og næstan fýra prosent hvønn ársfjórðing síðani februar 2022.

[px-graph-3]

Um hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið serliga hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at tað serliga er prísurin á grønmeti, ið er hækkaður nógv síðani februar. Grønmeti er vorðið góð seks prosent dýrari hjá húsarhaldunum at keypa. Frá november 2022 til februar 2023 var tað annars fruktin, sum gjørdist dýrari. Árligi prísvøksturin á grønmeti er næstan 18 prosent, meðan prísurin á frukt er hækkaður 15 prosent. 

Prísirnir á olju, smør og margarini, eru eisini hækkaðir óvanliga nógv seinasta árið, men nú eru teir á sama stigi sum í februar.

Prísurin á breyði og øðrum vørum úr korni hækkar framvegis. Tað er serliga rís og mjøl, sum er vorðið dýrari síðani seinastu uppgerð. Breyð og kornvørur, sum rís og mjøl, er dýrkað góð 12 prosent seinasta árið. 

Fiskur er vorðin lutfalsliga bíligari hjá húsarhaldunum at keypa sammett við hinar matvørubólkarnar seinasta árið. Prísurin á fiski er vorðin góð seks prosent dýrari frá mai 2022 til mai 2023, sum er ein lakari prísvøkstur enn á øðrum matvørum.

[px-graph-4]

Allir matvørubólkar eru vorðnir dýrari seinasta árið. Prísirnir á sukri og góðgæti eru hækkaðir góð 7 prosent. Eisini eru drykkjuvørur hækkaðar í prísi. Árligi prísvøksturin á kaffi, te og kakao er meira enn 21 prosent. 

Rentugongdin ávirkar prístalið

Tað er vorðið dýrari at læna pening til húsakeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum eru øktar nógv seinasta árið. Hóast renturnar framvegis hækka, eru samlaðu býlisútreiðslurnar lækkaðar frá februar til mai við einum prosenti. 

[px-graph-7]

Prísirnir á brenniolju, ið fer til upphiting av bústøðum í Føroyum, eru lækkaðir næstan 13 prosent í miðal frá februar til mai. Tað tálmar tí annars stóra prísvøkstrinum. Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal hækkaðir meira enn fýra prosent frá mai 2022 til mai 2023. ​

[px-graph-5]

Lakari vøkstur enn í øðrum londum

Verður hugt nærri at prísgongdini seinasta árið í londunum kring Føroyar, sæst, at árligi prísvøksturin í mai var nakað lakari enn í hinum norðurlondunum og ES-londunum. Tó undantikið í Danmark, har árligi prísvøksturin var enn lakari, nevniliga 2,9 prosent.

Í mai var árligi prísvøksturin í Noregi 6,7 prosent. Nú er prísvøksturin í Noregi størri, enn hann er í Føroyum, men til tað kann nevnast, at Noreg hevur havt lakari prísvøkstur enn Føroyar í øllum uppgerðum undan hesari síðan februar 2022. Prísvøksturin í Finnlandi liggur á sama stigi, sum hann ger í Noregi á 6,8 prosentum.

[px-graph-6]

Í Svøríki og Íslandi var harafturímóti nakað hægri prísvøkstur, næstan 10 prosent. Miðal prísvøksturin fyri ES-londini var góð 7 prosent. Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við. 

Stutt um brúkaraprístalið og inflasjón

Inflasjón er, tá prísirnir á vørum og tænastum hækka yvir tíð. Brúkaraprístalið mátar prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum.  Tað finnast eisini onnur vísitøl fyri prísgongd, m.a. fyri vørur og tænastur framleiddar til annað enn endaliga húsarhaldsnýtslu og tann sonevndi BTÚ-deflatorurin, ið er mát fyri samlaðu prísgongdina á øllum vørum og tænastum framleiddar í einum búskapi. Brúkaraprístalið er sostatt eitt av fleiri mátum fyri inflasjón í einum búskapi.

Prísirnir á vørum broytast ymiskt yvir tíð, og vektargrundarlagið er avgerandi fyri, hvussu stóra ávirkan prísbroytingarnar í teimum ymsu vørubólkunum hava á brúkaraprístalið.

Hagstovan ger mánaðarliga uppgerð av brúkaraprístalinum fýra ferðir árliga – í februar, mai, august og november. Uppgerðin verður gjørd eftir altjóða leisti, sum ger tað møguligt at bera saman prísbroytingar við uppgerðir av prísbroytingum hjá øðrum londum, ið framleiða brúkaraprístalið eftir sama altjóða leisti.

PX Web Graph News
Viðm.: Fevnir ikki um drykkjuvørur við alkoholi