Løgreglumál
04. Mai 2021
Vøksturin í uppihalds- og arbeiðsloyvum støðgaður á

Eftir stóra vøksturin í talinum av uppihalds- og arbeiðsloyvum til útlendingar í Føroyum tey seinastu árini, støðgaði vøksturin upp í 2020, og talið av loyvum var tað sama sum í 2019.

Fyrstu fjúrtan árini í hesi øldini var talið av uppihalds- og arbeiðsloyvum til útlendingar í Føroyum millum eini 400 og 700. Men við tí stóra vøkstrinum í virkseminum í Føroyum fór talið at vaksa av álvara eftir 2014 og serliga stórur var vøksturin frá 2016 til 2019.  T.d. var talið av arbeiðs- og uppihaldsloyvum 422 í 2013 og vaks upp um 2.000 í 2019. Í 2020 var talið tað sama.

"

Viðvíkjandi talinum av brotum á útlendingalógina var tað heldur fallandi heilt fram til 2017, og fór so at vaksa stórliga, úr 13 í 2017 upp í 72 í 2019 og enn meir upp í 92 í 2020.