Útflutningur av vørum
18. feb 2025
Útflutningurin til Kina vaksin 244 milliónir krónur

Samlað varð útflutt fyri 12,3 milliardir krónur 2024. Tað er 405 milliónir krónur minni enn í 2023.

Útflutningurin fyri 2024 er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin í 2024 samanborið við 2023.

Fiskavøruútflutningurin er minkaður 446,5 milliónir krónur, ella nærum 4 prosent. Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur fram, harundir laksur, toskur og makrelur, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur. Somuleiðis eru broytingar í, hvørji lond vit útflyta til. 

Útflutningurin av laksi er vaksin 358,5 milliónir krónur í 2024. Virðið er vaksið 6,6 prosent, og nøgdin er vaksin 16,2 prosent. Størsta afturgongdin er fyri fiskamjøl, fóður og lýsi. Her er samlaða afturgongdin 915,5 milliónir krónur, ella 45 prosent. Nøgdirnar eru minkaðar við 36 prosentum.

[px-graph-1]

 

[px-graph-2]

Talvan niðanfyri vísir útflutningin av fiskavørum skiftan á landaøki. Størsta minking er í útflutningi til Evropa og Norðuramerika. Útflutningurin til ES er minkaður við 196,5 milliónum krónum, meðan útflutningurin til Norðuramerika er minkaður við 155 milliónum krónum. Hinvegin er útflutningurin til Asia vaksin við 211,8 milliónum krónum, ella 30 prosentum, og er hetta orsaka av vaksandi útflutningi til Kina. 

[px-graph-4]

Seinastu árini er útflutningurin til ES og USA nógv vaksin, hóast ein minking hevur verið hetta seinasta árið. Í dag er útflutningurin til ES meira enn tvífalt so stórur sum áðrenn 2018. Somuleiðis er útflutningurin til USA vaksin frá at liggja um eina milliard krónur áðrenn 2020 til nú at tátta í tveimum milliardum krónum árliga.

[px-graph-4]

Í 2024 útfluttu vit mest til USA, hóast útflutningurin til USA minkaði við 181 milliónum krónum. Í 2022 og 2023 útfluttu vit mest til Danmarkar. Eitt sum er eyðkent við 2024 er, at býtið av útflutninginum millum londini er vorðið meira javnt. Eitt nú er útflutningurin til Kina vaksin við 243,6 milliónum krónum, ella 46,1 prosent. Tað eru nærum tey somu londini á top 10 listanum í 2024 sum í 2023, tó hevur Italia trokað Týskland av top 10 listanum. Viðmerkjast kann eisini at Russland hevur ligið á fjórða plássi seinastu árini. 

[px-graph-5]

Tann fiskavøran vit hava útflutt mest av seinastu árini er heilur køldur laksur. Tó síggja vit at minking hevur verið í útflutninginum av køldum og frystum flaki. Fryst laksaflak er minkað við 550 milliónum krónum, ella 42,5 prosent, og kølt laksaflak er minkað við 162,5 milliónum krónum, ella 25,6 prosent. Fiskamjøl og lýsi er somuleiðis minkað nógv. Fiskamjøl er minkað við 350 milliónum krónum, meðan lýsi er dóttið av top 10 listanum yvir útfluttar fiskavørur.

[px-graph-6]

PX Web Graph News