Nýbygging av bústaði
15. mar 2023
1.524 nýggir bústaðir síðstu 8 árini, meðan fólkatalið vaks við 5.609

Síðstu átta árini hava vit havt stóran vøkstur í fólkatalinum í Føroyum. Samstundis hevur verið stórt byggivirksemi, har eisini talið av nýggjum bústøðum er økt munandi, tó ikki í sama mun sum vøksturin í fólkatalinum.

Síðani 2015 er talið av nýggjum bústøðum vaksið við 1.524 bústaðareindum,  – tað veri seg sethúsum, raðhúsum og íbúðum – samstundis sum fólkatalið er vaksið við 5.609.   
Eingin fullfíggjað bústaðarskráseting er. Tí verða skrásetingarnar hjá SEV viðvíkjandi gjøldum fyri (ný)íbindingar í elkervið nýttar. Við hesum fæst ein ábending um, hvussu nógvir nýggir bústaðir verða bygdir.  
Til og við 2008 eru allar nýbyggingar skrásettar sum sethús. Men frá 2009 eru nýbyggingarnar bólkaðar í sethús, raðhús og íbúðir.  
Í yvirlitinum sæst, at stórar broytingar eru hendar í byggiháttinum seinastu árini.

[px-graph-1]

Frá 2009 var sera stór minking í byggingini av nýggjum bústøðum, úr 274 í 2009 niður í 71 í 2014. Men frá 2017 veksur talið aftur líðandi upp í 331 nýggjar bústaðir í 2022.

Samstundis hendir stór broyting í byggiháttinum, tí nú eru íbúðir og raðhús nógv størsti parturin av nýggjum bústøðum. Síðstu 8 árini var talið av nýggjum sethúsum 652, meðan talið av nýggjum íbúðum og raðhúsum var 872.

Bústaðarbyggingin í sýslunum

Verður hugt eftir bústaðarbyggingini í sýslunum fyri árini 2015-22 sæst, at nógv flestu bústaðir eru bygdir í Streymoyar sýslu, har eisini nógv tað mesta fólkið býr, og har fólkavøksturin hevur verið størstur. Samstundis sæst, at tað eisini er har, at byggingin av íbúðum er nógv tann størsta í mun til sethúsabygging: dupult so nógvar íbúðir sum sethús. Øvugt er í Eysturoy, har byggingin av sethúsum er meir enn dupult so stór sum byggingin av íbúðum og raðhúsum.

[px-graph-2]

Í talvuni niðanfyri sæst, hvussu býtið av nýggjum bústøðum er millum sýslurnar. Av teim 1.524 nýggju bústøðunum eru 988 í Streymoyar sýslu, svarandi til 65% - samanborið við, at 3.045 av samlaða fólkavøkstrinum á 5.609 var í Streymoyar sýslu, svarandi til 54%

Hini økini í landinum eiga tískil 35% av nýbygdum bústøðum, samanborið við 46% av fólkavøkstrinum hesi seinastu 8 árini.

Nýbygging og fólkavøkstur

Frammanfyri varð nevnt, at byggingin av nýggjum bústøðum ikki rættiliga hevur fylgt við stóra vøkstrinum í fólkatalinum. Niðanfyri eru hesi bæði samanborin, við at nýbygging av bústøðum og vøkstur í fólkatali bæði eru sett til 100 í 2009. Her sæst, at fólkatalið var áleið óbroytt fram til 2015 og síðani fór at vaksa. Øvugt hevur verið við bústaðarbyggingini, sum heilt fram til 2020 er dragnað nógv í mun til fólkavøksturin. Tað vil siga at hetta tíðarskeiðið er bústaðartrotið bara økt ár eftir ár.

Eingin fullfíggjað bústaðarskráseting er. Tí verða skrásetingarnar hjá SEV viðvíkjandi gjøldum fyri (ný)íbindingar í elkervið nýttar. Við hesum fæst ein ábending um, hvussu nógvir nýggir bústaðir verða bygdir.

Til og við 2008 eru allar nýbyggingar skrásettar sum sethús. Men frá 2009 eru nýbyggingarnar bólkaðar í sethús, raðhús og íbúðir.

Hetta er ikki ein fullfíggjað skráseting av býtinum millum sethús og íbúðir. Einstakt dømi er um stóran bygning við íbúðum, sum bert er skrásettur við einum málara fyri allan bygningin.

PX Web Graph News
Viðm.: Eingin fullfíggjað bústaðarskráseting er. Tí verða skrásetingarnar hjá SEV, viðvíkjandi gjøldum fyri (ný)íbindingar í elkervið nýttar.