Gistingar
27. sep 2022
Tvífalt so nógvar gistinætur í summar borið saman við 2013

Síðani 2013 eru gistinæturnar meira enn tvífaldaðar á føroysku gistingarhúsunum summarmánaðirnar juni, juli og august, tá farið var undir at skráseta gistingar. Í ár vóru knapt 97.000 persónsgistinætur hesar mánaðirnar í mun til 44.000 í 2013.

Í juni, juli og august í ár vóru 97.315 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru 32% ella um 23.300 fleiri gistinætur samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

[px-graph-1]

[px-graph-2]

Talið av gistináttum hjá føroyingum og dønum er á leið tað sama sum í fjør, meðan gistinæturnar hjá fólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist. Gistinæturnar eru nú 6.000 fleiri enn í 2019 tá tær vóru flestar.

[px-graph-3]

Innskrivingar

Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Innskrivingarnar vóru um 37.000 í tali í juni, juli og august, sum er 46% fleiri enn í fjør. Vøksturin er 31% samanborið við sama tíðarskeið í 2019. 

[px-graph-4]

Nýtslustig

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 77% av kømrunum vórðu brúkt summarmánaðirnar juni, juli og august samanborið við 65% í fjør.

Í 2019 var nýtslustigið 89%. Síðani 2019 er talið av kømrum munandi vaksið, tí tvey størri gistingarhús eru latin upp og onnur útbygd, og tí er rúm er fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri.

Myndin niðanfyri vísir nýtslustigið mánaðarliga.

[px-graph-5]

Gistingar og innskrivingar higartil í ár

Verður hugt at tølunum higartil í ár, sæst at gistingarnar eru 47% fleiri og innskrivingarnar eru 42% fleiri í mun til sama tíðarskeið í fjør.

[px-graph-6]

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 gistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

PX Web Graph News