Inntøkubýti
12. jun 2025
Ójavnin vaksin nakað seinastu árini

Triðja árið upp í slag kvinkar gini-talið uppeftir. Inntøkurnar í Føroyum eru framvegis javnari býttar enn í londunum kring okkum.

Talvur við hagtølum og hagtalsmátum um inntøkuviðurskifti hjá føroyingum eru dagførdar í hagtalsgrunninum til og við 2023. 

Fleiri mát verða brúkt til, at lýsa árliga inntøkubýtið í einum landi. Tvey av teimum mest nýttu eru gini-talið og fimtingslutfallið.

Grundarlagið undir mátunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka grundað á húskisinntøku og samanseting av húski eitt heilt ár. Sí meira um javnvirðisinntøku (video).

Gini-talið lítið broytt

Gini-talið lýsir ójavnan í býtinum í javnvirðisinntøku.

Um øll hava somu inntøku, er talið 0, og hevur eitt húski alla inntøkuna í samfelagnum, er talið 100. 

Í 2023 kvinkaði gini-talið upp í 22,6 samanborið við 22,2 árið fyri. Tað er triðja árið, at gini-talið kvinkar upp eftir. Í 2020 var gini-talið 21,4. Seinastu tíggju árini hevur gini-talið ligið allarflestu árini millum 21 og 23. 

[px-graph-3]

Ovasti fimtingurin góðar tríggjar ferðir størri inntøku

Sama mynstur vísir seg, tá hugt verður eftir fimtingslutfallinum, sum er eitt annað mát fyri inntøkubýti. Fimtingslutfallið ella 80/20-mátið vísir, hvussu stóran part av javnvirðisinntøkuni ovasti fimtiparturin ræður yvir samanborðið við tann lægsta fimtapartin.

Í 2023 hevði ovasti fimtingurin 3,1 ferðir størri inntøku enn lægsti fimtingurin. Í 2022 var inntøkan tríggjar ferðir størri

[px-graph-4]

Nakað minni ójavni í Føroyum sammett við aðrastaðni

Gini-talið í Føroyum er minni enn í londunum kring okkum. Í Danmark og Svøríki er gini-talið 28 og samlað fyri ES-lond er gini-talið 30. Í Grønlandi er gini-talið upp aftur størri, har tað er 34. Noreg hevur eitt gini-tal á 25. Sostatt eru húskisinntøkurnar eftir javnvirðing í Føroyum javnari býttar enn í londunum, sum vit vanliga sammeta okkum við.

[px-graph-4]

Sí fleiri grafar o.a. á síðuni um inntøkubýti, har greitt eisini er nærri frá allýsingini av fimtingslutfallinum í einum video

PX Web Graph News