Útflutningur av vørum
16. nov 2021
Útflutningurin fyrstu 9 mánaðirnar
Fyrstu 9 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 7% meir enn somu mánaðir í fjør.
Samlaði útflutningurin var 6,8 milliardir krónur fyrstu 9 mánaðirnar í ár. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 6,4 milliardir krónur.
Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava havt mestan útflutning, varð útflutt fyri 6,7 mia. fyrstu 9 mánaðirnar. Sostatt sær út til at 2021 verður eitt metár.
Laksaútflutningurin er vaksin 22% og var 3 mia. kr. fyrstu 9 mánaðirnar.
[px-graph-1]
[px-graph-2]