Nøvn
21. aug 2020
Enn eru Maria og Anna ovast hjá konufólki og Jákup og Jógvan hjá mannfólki - hóast stórar broytingar í fólkanøvnunum

Maria og Anna eru ikki til at vika sum vanligastu konufólkanøvnini, eins og Jákup og Jógvan hjá mannfólkunum. Men nýggjari nøvn koma longur og longur upp á listan. Hetta vísir yvirlitið við fornøvnum hjá okkum øllum, ið vóru búsett í Føroyum 1. januar 2020.

Aftaná Mariu og Onnu hjá konufólkunum koma væl kend nøvn sum Annika, Marjun, Beinta og Katrin. Raðfylgjan fyri hesi 7 konufólkanøvnini var júst tann sama í 2001 sum í 2019.

Men samanbera vit við navnalistan fyri 18 árum síðani, so eru nøkur nøvn, ið gera stór lop uppeftir á listanum. T.d. Lea, ið vóru 18 tá og nú eru 81. Eva, ið vóru 37 tá og nú eru 112. Sára, ið vóru 66 tá og 134 nú. Onnur konufólkanøvn, ið eru nógv fleiri nú, eru t.d. Ronja, Lív, Emma, Silja og Rebekka.

Hjá mannfólki togast Jákup og Jógvan um fyrstaplássið. Langt eftir teimum koma Rúni, Bárður, Høgni, Martin og Magnus.

Men eisini hjá mannfólkunum eru tað nøkur nøvn, ið gera long lop uppeftir á listanum. Størsta skarvslopið ger Jónas, ið vóru 27 í 2001 og nú eru 152. Aðrir eru Rókur, ið vóru 18, og nú eru 93. Benjamin, ið vóru 44 og nú 115, Dávid, ið vóru 36 og nú 110. Onnur mannfólkanøvn, ið eru nógv fleiri nú, eru t.d. Aron, Brandur, Fríði og Pætur.

Merkisvert bæði hjá konufólki og mannfólki, er at dupultnøvnini, so sum t.d. Anna Maria og Jákup Martin, eru langt niðri á listanum og als ikki við í ”topp 50”. Fremsta dupultnavnið hjá konufólki er Anna Maria sum nr. 30 í raðfylgjuni. Og hjá mannfólki er Hans Jacob fremsta dupultnavnið á 76. plássið.

navn

 

Stutt um nøvn

Uppgerðin fevnir um fornøvnum (1. navn ella 1. og 2. navn) á persónum, sum búðu í Føroyum tann 1. januar. Nøvnini eru uppgjørd soleiðis, sum tey eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Um ein persónur hevur eitt fornavn, verður hetta uppgjørt sum eitt navn. Um ein persónur hevur tvey fornøvn, t.d. Hans Petur verður hetta eisini uppgjørt sum eitt navn.

Av tí at tað kann ganga upp til 6 mánaðir áðrenn eitt barn skal hava fingið navn, verður navnauppgerðin gjørd eftir 1. juli.