Fólkatal
21. aug 2024
Gott 54.800 fólk búðu í Føroyum 1. juli — vøksturin er 0,6%

Fólkatalið vaks við 333 persónum seinasta árið, og 1. juli búðu 54.815 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,6%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram, men vøksturin gerst minni fyri hvørjar tólv mánaðar, sum ganga. Frá 1. juli í fjør til 1. juli í ár vaks fólkatalið við 333 fólkum ella 0,6 prosentum. Tað eru knapt 200 fólk færri enn í undanfarna tíðarskeiði, tá vøksturin var eitt prosent. Størsta broytingin var í nettoflytingini, sum minkaði niður í helvt. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985. 

[px-graph-1]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 144 og eini nettoflyting á 189 fólk.  

Samanborið við tíðarskeiðið frá 1. juli 2022 til 1. juli 2023 minkaði nettoflytingin niður í helvt, serliga, tí færri fluttu til Føroya. Burðaravlopið minkaði eisini. Seinasta árið var tað 144 fólk og tíðarskeiðið frammanundan var tað 184. Høvuðsorsøkin var, at færri børn vórðu fødd. 

v

Færri flytingar

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gongdin í bæði til- og fráflytingini er minkandi — tilflytingin minkar tó væl meiri enn fráflytingin. 

[px-graph-3]

Færri verða fødd 

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa mánaðarligu gongdina í føði- og deyðatalinum. Meðan gongdin í deyðatalinum hevur funnið eina fasta legu vísa trendarnir, at støðugt minkandi gongdin í føðitalinum heldur fram. Fyrra hálvár í ár vóru 280 børn fødd. Tað eru 25 færri samanborið við fyrra hálvár í fjør. 

[px-graph-2]

Fólkatalið í kommunum og bygdum

Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Klaksvíkar, Nes og Eysturkommunu. Í býunum og bygdunum løgdust flest fólk aftur at í Tórshavn, Klaksvík, Hoyvík og á Toftum. Eisini á Strondum, í Syðrugøtu, Saltangará og Skopun vaks fólkatalið heilt fitt. Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. juli 2023 og 2024. Gongdin í fólkatalinum í einstøku bygdunum sæst her.

[px-graph-5]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum