Útflutningur av vørum
19. feb 2024
Útflutningurin av fiskavørum vaksin 494 milliónir krónur

Útflutningurin av fiskavørum vaks nærum eina hálva milliard krónur í 2023 í mun til 2022. Hetta er 4,3% vøkstur í útflutningsvirðinum. Útflutta nøgdin vaks 26%.

Útflutningurin av fiskavørum er 494 milliónir krónur, ella 4,3 prosent, hægri í 2023 enn í 2022. Hetta stendst av, at útflutningurin av slógvi og fiskaúrdráttum úr ymsum fisksløgum, so sum fiskamjøl og lýsi, er vaksin eina góða milliard krónur. Útflutningvirðið av laksi er minkað við 255 milliónum krónum, ella 4,6%. Hetta stavar í høvuðsheitum frá, at nøgdin av útfluttum laksi minkaði 10,6%.

Útfluttu nøgdirnar av sild og fiskaúrdráttum úr ymsum fiskasløgunum eru vaksnar. Nøgdirnar av vanligu fiskasløgunum annars eru minkaðar.

[px-graph-1]

[px-graph-2]

PX Web Graph News