Fødd
24. apr 2025
Føðitíttleikin eitt vet hægri — fáa framvegis færri enn tvey børn

Føðitíttleikin í Føroyum hevur frá fyrst í hesi øld verið um 2,5 børn í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Hetta er broytt munandi síðstu árini. Í 2016 var føðitíttleikin 2,64 børn. Hann minkaði niður í 2,43 børn í 2019, 2,07 børn í 2022, og í 2023 fór hann fyri fyrstu ferð undir 2,0 við 1,86 børnum. Hetta er eitt stórt fall eftir so fáum árum. Men í nýggjastu uppgerðini fyri 2024 sæst ein broyting í gongdini. Samlaði føðitíttleikin fyri 2024 var 1,91 børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri, sum er eitt vet hægri enn árið fyri. Stóra fallið, sum hevur verið í føðitíttleikanum seinastu árini, helt sostatt ikki fram í 2024.
[px-graph-1]
Fleiri kvinnur, men færri børn fødd
Føðitíttleikin er eitt lutfall millum barnatal og tal av kvinnum í burðarførum aldri. Gongdin í føðitíttleikanum kann tí eisini lýsast við at hyggja at gongdini í bæði tali av kvinnum og føddum børnum.
Lítla hækkingin í samlaða føðitíttleikanum frá 2023 til 2024 sæst aftur, við at barnatalið var eitt vet størri, meðan talið av kvinnum var nærum óbroytt.
Talið av kvinnum í burðarførum aldri er vaksið við yvir 1.000 kvinnum frá 2013 til 2023. Hóast talið av kvinnum er vaksið, so hevur barnatalið verið meira støðugt. Eftir at barnatalið hevur ligið um 680 børn árliga frá 2016 til 2021, minkaði tað tó niður í 632 í 2022 og 574 í 2023. Í fjør vóru 586 børn fødd — nøkur fleiri enn í 2023, men framvegis væl færri enn undanfarin ár.
[px-graph-2]

Aldurstreytaðu føðitíttleikarnir broyttir
Samlaði føðitíttleikin er samansettur av aldurstreytaðu føðitíttleikunum, t.e. føðitíttleikunum í teimum einstøku aldursbólkunum.
Hóast tann samlaði føðitíttleikin hevur verið støðugur inntil fyri fáum árum síðani, so er ein langtíðarbroyting farin fram í teimum aldurstreytaðu føðitíttleikunum. Aldurstreytaðu føðitíttleikarnir hjá kvinnum yngri enn 30 ár eru nógv minkaðir samanborið við 1970- og 1980 árini. Síðan 1970 er hægsti føðitíttleikin fluttur frá kvinnum í aldursbólkinum 20-24 ár til í 2024 at vera millum kvinnur í aldursbólkinum 30-34 ár. Broytingin kemur serliga av, at føðitíttleikin hjá kvinnum í aldursbólkinum 20-24 ár er støðugt minkaður niður í ein fjórðing samanborið við 1970.
Stabbamyndin niðanfyri vísir, hvussu aldurstreytaðu føðitíttleikarnir í 5 ára aldursbólkum eru broyttir síðan 1970.
[px-graph-3]
Samanlagdur føðitíttleiki er talið av børnum í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri 15-49 ár. Samanlagdi føðitíttleikin verður roknaður sum talið av børnum, sum 1.000 konufólk høvdu borið í heim í sínum lívi, um tær í øllum sínum barnburðaraldri føða sama tal av børnum sum aldursføðitíttleikin fyri árið sigur, og eingin teirra doyr fyri 50-ára dagin.
Sambært íbúgvafrøðini so er ein miðal føðitíttleiki á 2,1 børn eitt týðandi markvirði, sum ikki má farast niðurum, um eitt varandi ættarlið av kvinnum í burðarførum aldri skal kunna seta eitt nýtt og líka stórt ættarlið av kvinnum eftir sær. Umleið helvtin av hvørjum árgangi eru gentubørn, tó er talið av gentum nakað minni enn talið av dreingjum. Harafturat eru nakrar kvinnur í burðarførum aldri, sum ikki liva øll árini frá 15 til 49 ára aldur.
Hetta merkir, at er føðitíttleikin niðan fyri 2,1, so minka ættarliðini av kvinnum í burðarførum aldri og harvið talið av børnum í uppvaksandi ættarliðum – og harvið fólkatalið. Tað einasta, sum kann bøta um hetta, er tilflyting av fólki uttanífrá, sum kann økja um talið av konufólki í burðarførum aldri.