Gistingar
23. jun 2023
Færri gistinætur í mai

Gistinæturnar vóru slakar 26.500 í mai, sum eru færri í mun til sama mánað í fjør.

Gistinæturnar vóru 26.463 í mai. Tað eru slakar 3.300 færri samanborið við sama mánað í 2022. Tað svarar til eina minking upp á 11 prosent.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

[px-graph-1]

Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í mai vóru 87 prosent av gistingunum í Tórshavnarøkinum. Tað eru 2 prosent færri enn sama mánað í fjør.

[px-graph-2]

Í mai áttu gestir úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark næstan helvtina av gistináttunum. Tað er ein vøkstur upp á 6 prosent í mun til sama mánað í 2022 hjá hesum bólkinum. Ferðafólk úr Danmark eru 13 prosent færri. Vøksturin hjá føroyingum er 7 prosent.

[px-graph-3]

Fleiri innskrivingar í mai

Hóast eina minking í gistináttum, so eru innskrivingarnar kvinkaðar eitt vet uppeftir. Tær vóru 500 fleiri, sum svarar til ein vøkstur upp á 5 prosent. Tvífalt so nógvir føroyingar eru innskrivaðir í mai, samanborið við mai í fjør. Vøksturin hjá ferðandi úr øðrum londum enn Danmark og Føroyum er 17 prosent. Talið av innskrivingum av fólki úr Danmark er fallið 28 prosent. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.

[px-graph-4]

Lægri nýtslustig

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 70 prosent av kømrunum vóru brúkt í mai. Tað er 8 prosentstig lægri enn í mai í 2022. 

[px-graph-5]

 

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 gistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.
 

Uppgerðin fevnir ikki um gistingarhúsini í Suðuroy.

PX Web Graph News