Fólkatal í Norðstreymoyar øki
23. sep 2020
Meginøkið veksur

Hvussu hevur gongdin verið í fólkatalinum í tíni bygd og kommunu seinastu 10 árini? Hvussu er fólkasamansetingin nú millum ung og gomul, mannfólk og konufólk? Nú kommunuvalið nærkast fer Hagstova Føroya komandi tíðina at seta sjóneykuna á kommunurnar.

Fyri landið alt vaks fólkatalið 3.660 frá 1. januar 2010 til 1. januar 2020. Men gongdin hevur verið ymisk í kommunum kring landið, eins og millum bygdirnar í hvørjari kommunu sær.

Í yvirlitinum niðast í hesi grein sæst broytingin tíggjuáraskeiðið 2010-2020 í fólkatalinum eins og kyns- og aldursbýtið 1. janunar 2020 í teimum 117 bygdunum og 29 kommununum.

Samanlagt er fólkatalið hesi árini vaksið 3.660 ella 7,5%. Í 15 kommunum er fólkatalið vaksið, í einari er óbroytt og í 13 er fólkatalið minkað. 

m1

Størsti vøksturin hevur verið í teimum trimum størstu kommununum, Tórshavnar við 2.168 fólkum (11%), Klaksvíkar við 382 fólkum (8%) og Runavíkar við 364 fólkum (10%)

Næstar eru tær tríggjar stóru kommunurnar við umleið 2.000 íbúgvum, Vága við 195 fólkum (10%), Eystur við 193 fólkum (10%) og Sunda við 160 fólkum (eisini 10%).

Síðani koma nakrar miðalstórar kommunur, við fólkatali millum 1.000 og 1.500 fólk. Har er vøksturin størstur í Sørvágs, Sjóvar, Nes og Vestmanna kommunu og nakað minni í Fuglafjarðar kommunu.

Men tað er ein av teimum smáu kommununum í Norðureysturoy, sum yvirhálar miðalstóru kommunurnar við 98 nýggjum íbúgvum (15%) og tað er Eiðis kommuna. Hetta er samstundis tann størsti lutfalsligi vøksturin av øllum kommunum í landinum. 

Sunnanfyri Skopunarfjørð er tað bara Vágs kommuna, sum ikki er minkað, men her er fólkatalið bara vaksið við einum persóni. Í tali er minkað mest í Hvalbiar kommunu og í Skopunar Kommunu við ávíkavist 43 og 41 fólkum.
Av kommununum norðanfyri Skopunarfjørð eru tað bara Hvannasunds og Viðareiðis kommuna, har fólkatalið er minkað.

t0

Aldursbýtið í kommununum

Lutfalsliga eru fægst undir 16 ár og flest yvir 66 ár í teimum minstu kommununum. 

Undantøk eru tó millum tær smærru kommunurnar, eitt nú í Kunoyar og Eiðis kommunu, har tað eru lutfalsliga nógv ung og fá eldri. Samstundis eru stórar kommunur sum Tvøroyrar og Vágs við lutfalsliga færri av teimum yngstu og fleiri av teimum elstu. Eisini næststørsta kommunan í landinum hevur nakað færri av teim yngstu og nakað fleiri av teim elstu enn miðal fyri landið.

m2

Kynsbýtið í kommununum

Miðalbýtið millum mannfólk og konufólk fyri alt landið er 51,7% mannfólk og 48,3% konufólk. Kommunur, ið hava eitt javnari kynsbýti, eru serliga Tórshavnar og Sørvágs, men eisini smáar kommunur sum Húsavíkar og Sands.

Av teimum stóru kommunum, ið hava eitt ójavnari kynsbýti enn miðalbýtið fyri landið, eru m.a. stórar kommunur, sum Runavíkar, Fuglafjarðar, Sunda og Eystur kommuna. Hetta er eisini galdandi í Eiðis kommunu, sum er millum minnu kommunurnar. Mest ójavna kynsbýtið er í útoyggjakommununum Skúgvoyar og Fugloyar kommunu.

m3

Í kommununum er heildarmyndin, at stóru bygdirnar vaksa og tær smáu minka.

t1

t2

t3

t4