Innflutningur av vørum
15. okt 2024
Innflutningsvirðið minkað 956 milliónir krónur

Innflutt var fyri 10,6 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá september 2023 til august 2024. Tað eru 955,7 milliónir krónur, ella góð 8 prosent, minni enn undanfarna skeið.

Innflutningurin fyri august er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12 mánaða tíðarskeiðið frá september 2023 til august 2024 samanborið við undanfarna uppgerðarár.

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 339,4 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 323,9 milliónum krónum ella 10,4 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip.

[px-graph-1]

Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál, sæst, at innflutningurin til endaliga nýtslu er minkaður 541,8 milliónir krónur ella góð 12 prosent. 

Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 235,6 milliónir krónur, ella 4,7 prosent. Minkingin er størst av byggitilfari, men innflutningur av rávøru til fiskavirking er eisini minkaður nógv, nevniliga 93,9 milliónir krónur. Innflutningurin av heilivági og øðrum er vaksin við 28,5 milliónum krónum.

Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum. 
 

[px-graph-2]

 

Uppsetanin av talvunum fyri innflutning og útflutning eru broyttar. Eitt nú kann bæði inn- og útflutningur veljast í øllum talvum. Somuleiðis kann bæði virði og nøgd veljast í øllum talvum. 

Nýggja SITC talvan (UH01026) minnir um gomlu talvurnar (UH01020 og UH01021). Annars eru hesar broytingar:

  • Farið verður frá 4. útgávu av BEC til 5. útgávu.
  • Fyri fiskavørur brúka vit ISSCFC flokkingina hjá FAO.
  • Fiskasløgini fylgja flokkingini MCS (Main Commercial Species) hjá The European Market Observatory for fisheries and aquaculture products (EUMOFA), sum ES nevndin hevur sett á stovn. Harumframt ber í hesi talvu til at síggja, hvussu fiskurin er viðgjørdur og hagreiddur.

Í ISSCFC eru nógvar vørur og tískil ber til at leita tær vørur fram, brúk er fyri. Leitast kann eftir kotum og teksti.

Í løtuni er alt ikki umsett til føroyskt. Haldið okkum til góðar. Í ISSCFC talvuni ber til at leita á enskum. Ætlanin er, at alt við tíðini verður umsett til føroyskt.
 

PX Web Graph News