Vinnubúskapur
29. apr 2022
Vinningsbýti á 8,5 milliardir krónur árini 2016 til 2020

Roknskaparhagtøl býtt á vinnugreinar eru dagførd fyri árini 1998 til 2020. Hagtølini fevna um ikki-fíggjarlig feløg. Nýggju hagtølini vísa millum annað, hvussu fyrsta árið við koronufarsóttini hilnaðist í ymsum vinnugreinum í mun til undanfarin ár. Sum nakað nýtt innihalda vinnugreinahagtølini nú tøl fyri ‘Vinningsbýti’ og ‘Nettoíløgur’.

Fyri at geva eina neyvari mynd av virkseminum og fyri ikki at gera dupultteljingar, eru úrslit av kapitalpørtum, t.e. dótturfeløg og atknýtt feløg, ikki tikin við í ársúrslitunum, ið verða greinað niðanfyri.

Nýggju hagtølini vísa millum annað, at úrslitið í høvuðsvinnugreinabólkinum ‘Flutnings- og goymsluvinnan’ í 2020 var minus 324 mió. kr., ið er 480 mió. kr. minni í mun til 2019, tá úrslitið var 156 mió. kr. í yvirskoti. Úrslitið fyri ‘Gisting og matstovuvinnu’ var minus 19 mió. kr. í 2020 í mun til 30 mió. kr. í yvirskoti í 2019, t.v.s. ein minking á 49 mió. kr. Í 2020 var úrslitið fyri ‘Landbúnað og fiskiveiðu’ 499 mió. kr., sum er 551 mió. kr. minni í mun til 2019, tá úrslitið var 1,05 mia. kr.

[px-graph-1]

Aling á sjónum minni yvirskot

Í ‘Fiskiveiðu og aling’, ið er ein undirbólkur til ‘ Landbúnaður og fiskiveiða’, sæst millum annað, at úrslitið hjá vinnugreinini ‘Aling á sjónum’ árini 2019 og 2020 var ávikavist 794 og 220 mió. kr. Yvirskotið var sostatt 574 mió. kr. minni í 2020 í mun til 2019. Í vinnugreinini ‘Fiskiveiða til ídnað’ gekk tó hinvegin, og har var úrslitið árini 2019 og 2020 ávikavist 213 og 222 mió. kr. – ein hækking á 9 mió. kr.

[px-graph-2]

Onkrar vinnugreinar meint raktar av koronu

Nýggju hagtølini vísa harumframt, at úrslitið í vinnugreininini ‘Flutnings- og goymsluvinna’ í 2020 var minus 324 mió. kr., ið er 480 mió. kr. lægri í enn í 2019, tá úrslitið var 156 mió. kr. Úrslitið fyri ‘Gisting og matstovuvinnu’ var minus 19 mió. kr. í 2020 í mun til 30 mió. kr. í 2019, t.v.s. ein minking á 49 mió. kr.

[px-graph-3]

Í ‘Gisting og matstovuvinnu’ sæst millum annað, at úrslitið hjá vinnugreinini ‘Gistingarstøð’ árini 2019 og 2020 var ávikavist 14 mió. kr. og minus 28 mió. kr. í 2019 og 2020 – ein lækking á 42 mió. kr. Úrslitið fyri ‘Matstovur, matútbering og gøtumat’ var 14 mió. kr. og 9 mió. kr. hesi árini – ein lækking á 5 mió. kr. Úrslitið fyri ‘Vertshús, kaffistovur, dansistøð v.m.’ lækkaði eisini hesi árini frá 1,3 mió. kr. í 2019 til minus 500 t. kr. í 2020 – ein lækking upp á 1,8 mió. kr.

[px-graph-4]

Fiskiveiða og aling 3,7 mia. kr. í vinningsbýti árini 2016 til 2020

Í hesi dagførdu útgávuni av roknskaparhagtølunum eru postarnir ‘Vinningsbýti’ og ‘Nettoíløgur’ gjørdir upp fyri fyrstu ferð.

Fyri at forða fyri, at innanhýsis útlutanir av vinningbýti koma við eru, vinningsbýtini í ‘Virksemi í høvuðssæti hjá fyritøku' ikki við í greiningini niðanfyri.

Frá 2016 til 2020 vóru tilsamans útlutaðar 8,5 mia. kr. í vinningsbýti fyri allar vinnugreinarnar. Hesi árini hava vinnugreinar innan fiskiveiðu og aling, heil- og smásølu; umvæling av akførum og byggivinnuni útlutað mest vinningsbýti.

Uppgerðin vísir, at frá 2016 til 2020 er í vinnugreinini ‘Fiskiveiða’ útlutað 664 mió. kr. í vinningsbýti. Hægsta útlutanin av vinningsbýti var hesi árini í vinnugreinini ‘Aling á sjónum’, ið útlutaði 3 mia. kr. í vinningsbýti. Vinnugreinarnar ‘Fiskiveiða’ og ‘Aling á sjónum’ hava tilsamans útlutað 3,7 mia. kr. í vinningsbýti árini 2016 til 2020.

[px-graph-5]

Í høvuðsvinnugreinabólkinum ‘G Heil- og smálsøla; umvæling av akførum’ eru eisini fleiri vinnugreinar, ið hava útlutað vinningsbýti árini 2016 til 2020. Hesar eru ‘Heilsøla við øðrum matvørum, heruppií fiski, skeljadýrum og bleytdýrum’, ‘Heilsøla av brennievni og líknandi, í føstum, flótandi og gassformi’, ‘Heilsøla av timbri, byggitilfari og sanitetsútgerð’ og ‘Søla av bilum og øðrum løttum motorakførum’, ið tilsamans hava goldið út yvir 1 mia. kr. í vinningsbýti árini 2016 til 2020.

[px-graph-6]

Nettoíløgurnar hægst innan fiskiveiðu og aling

Samanbering av nettoíløgum í vinnugreinabólkum vísir, at frá 2016 til 2020 eru flest nettoíløgur gjørdar í høvuðsvinnugreinabólkinum ‘Landbúnaður og fiskiveiða’. Her vóru nettoíløgurnar 3,8 mia. kr. frá 2016 til 2020. Nýggju hagtølini vísa harumframt, at bæði ‘El-, gass- og fjarhitaveiting’ og ‘Framleiðsluvinnan’ høvdu nettoíløgur somu árini fyri omanfyri 2 mia. kr.

Tilsamans fyri allar vinnugreinarnar vóru nettoíløgur fyri 12 mia. kr. árini 2016 til 2020.

[px-graph-7]

PX Web Graph News
Viðm.: NACE høvuðsvinnugreinabólkar
Viðm.: NACE vinnugreinbólkar, útgreinað stig
Viðm.: NACE høvuðsvinnugreinabólking
Viðm.: NACE vinnugreinabólkar
Viðm.: NACE vinnugreinabólkar
Viðm.: NACE vinnugreinabólkar
Viðm.: NACE vinnugreinabólkar