Fólkatal
11. des 2023
Gott og væl 54.500 fólk búðu í Føroyum 1. november — vøksturin er 1%

Fólkatalið vaks við 545 persónum seinasta árið, og 1. november búðu 54.557 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1%, sum er tað sama sum í undanfarna tíðarskeiði.

Fólkatalið veksur framvegis við lítlu ferðini, vit hava sæð í ár og í fjør.

[px-graph-1]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 196 og eini nettoflyting á 349 fólk. 

Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er burðaravlopið vaksið meiri enn nettoflytingin er minkað. Tað hevur við sær, at fólkavøksturin seinasta árið var eitt vet størri enn í undanfarna tíðarskeiði. 

dd

Lítil minking í flytingunum

Trendarnir vísa, at ein lítil minking hómast í bæði tilflyting og fráflyting, sum annars hava fylgst óvanliga væl seinastu 3 árini. Nettoflytingin er tí ikki broytt so nógv hesa tíðina, hóast broytingar hava verið í til- og fráflytingini. Fram til í fjørsummar vuksu flytingarnar nógv, soleiðis at tilflytingin kom líka upp á sama stig sum um aldarskiftið, meðan fráflytingin vaks upp á sama stig, sum hon var á, áðrenn fólkavøksturin byrjaði fyri 10 árum síðani. Trendurin í myndini niðanfyri vísir gongdina í til- og fráflytingini.

[px-graph-3]

Færri føðast og færri doyggja

Trendarnir vísa, at deyðatalið, sum var óvanliga stórt í fjør, nú er aftur á undanfarna stigi. Mánaðarliga gongdin í føðitalinum hevur verið spakuliga minkandi síðan 2020 og er nú á sama stigi sum í 2015. Spakuliga minkingin í føðitalinum og stóra minkingin í deyðatalinum hava tí økt munandi um burðaravlopið samanborið við, hvussu lítið tað var í fjør.  Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum.

[px-graph-2]

Ikki-danskir ríkisborgarar økja um fólkatalið

Samansetingin av ríkisborgarum, sum leggjast aftrat fólkatalinum, er nógv broytt. Um vit samanbera seinasta árið við sama tíðarskeið fyri fimm árum síðani, so stóðu danskir ríkisborgarar fyri tveimum triðingum av fólkavøkstrinum tá. Seinasta árið vóru tað ríkisborgarar úr Asiu og úr evropeiskum londum uttan fyri norðurlond, sum tilsamans stóðu fyri tveimum triðingum av fólkavøkstrinum. 

[px-graph-4]

Størsti vøkstur í størstu kommununum

Trettan av teimum 29 kommununum hava fleiri enn 1000 íbúgvar. Av teimum trettan kommununum vaks fólkatalið mest í tali í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu, meðan Nes kommuna hevði størsta lutfalsliga fólkavøksturin seinasta árið. 
Í trimum av teimum trettan kommununum minkaði fólkatalið seinasta árið. Tað var í Tvøroyrar, Sørvágs og Vágs kommunu.  

Av teimum sekstan kommununum við færri enn 1.000 íbúgvum, vaks fólkatalið mest í Sands og Eiðis kommunu, meðan fólkatalið minkaði mest í Hvalbiar og Porkeris kommunu. 

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. november 2022 og 2023. 
 

[px-graph-5]

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum