Deyðaorsakir
09. jun 2022
Deyðatíttleikin av krabbameini hjá monnum øktur síðstu 20 árini — hjá kvinnum er hann minkaður

Síðstu tjúgu árini eru hendar stórar broytingar í deyðaorsøkunum hjá mannfólki og konufólki. Nógv færri doyggja nú enn áður av hjarta- og æðrasjúkum. Við hinari stóru høvuðsorsøkini, krabbameini, er títtleikin øktur hjá mannfólki og minkaður hjá konufólki.

Nýggjastu tølini um deyðaorsakir vísa stóran mun millum kynini. Nógv fleiri mannfólk enn konufólk doyggja av krabbameini. Av hjarta- og æðrasjúkum er javnari millum kynini eins og av øðrum deyðaorsøkum.

[px-graph-1]

Eitt er, at livialdurin framhaldandi økist. Í ár 2000 var væntaði miðal livialdurin hjá nýføddum dreingjabarni 77,4 ár. Nú er hann 82,1 ár, ið er næstan 5 ár longri. Hjá gentubarni var væntaði livialdurin 83,6 ár í ár 2000, og nú er hann 85,6 ár, ið er 2 ár longri. Munurin í væntaðum livialdri hjá einum dreingjabarni og gentubarni er sostatt minkaður nógv í hesum stutta tíðarskeiði. Øktur livialdur merkir millum annað, at talið av eldri fólki framhaldandi fer at vaksa og harvið eisini deyðatíttleikin.

Broytingar eru eisini hendar í teimum orsøkum, sum vit doyggja av. Nógv færri doyggja nú av hjarta- og æðrasjúkum, sum var mest vanliga høvuðsatvoldin. Hjá mannfólki er tað nú krabbamein, sum er nógv tann vanligasta deyðaorsøkin. Hinvegin er talið av teimum, sum doyggja av hjarta- og æðrasjúkum nú farið niður í helvt, bæði hjá mannfólki og konufólki.

Av teimum tilsamans 363 deyðaorsøkunum í 2020 vóru 167 ella 46% krabbamein og hjarta- og æðrasjúkur.

Av teimum 348 deyðaorsøkunum í ár 2000 vóru 227 ella 65% krabbamein og hjarta- og æðrasjúkur. Hetta vísir eina størri spjaðing í deyðaorsøkum, tí aðrar deyðaorsakir, sum í 2020 vóru 35%, eru nú størra helvtin.

[px-graph-2]

[px-graph-3]

Tað skal havast í huga, at hesi 20 árini er fólkatalið vaksið munandi og harvið eisini talið av eldri fólki. Frá 2000 til 2020 eru vit vorðin stívliga 6.800 fleiri fólk í Føroyum, 3.500 fleiri mannfólk og 3.300 konufólk.

Tað kann tí geva eina rættari mynd at samanbera deyðatíttleikan í ár 2000 og 2020 í mun til fólkatalið.

Tað er gjørt í myndini niðanfyri, har vit samanbera deyðatíttleikan fyri krabbamein og hjarta- og æðrasjúkur sum tal av deyðum pr. 1.000 íbúgvar í ár 2000 og 2020.

Her er sjónligt, at deyðatíttleikin hjá mannfólki av krabbameini er øktur úr 1,7 fyri hvørji 1.000 mannfólk til 2,2, ið má sigast at vera ein munandi vøkstur. Samstundis er deyðatíttleikin hjá konufólki av krabbameini minkaður úr 1,9 fyri hvørji 1.000 konufólk niður í 1,3, ið hinvegin má sigast at vera ein munandi minking.

Hjá báðum kynum sæst stór minking í deyðatíttleikanum av hjarta- og æðrasjúkum, har títtleikin í 2020 er farin niður um helvtina av tí, hann var 20 ár frammanundan.

m4

Í myndunum niðanfyri sæst gongdin ár fyri ár frá 2000 til 2020. Hóast sveiggini eru stór frá einum ári til annað, er trendurin kortini greiður.  

[px-graph-4]

[px-graph-5]

Spjaðingin av deyðaorsøkum er vorðin nógv størri við, at tær deyðaorsakirnar, ið eru savnaður undir felagsheitinum “Annað”, nú koma næstan líka so ofta fyri sum tær báðar høvuðsdeyðaorsakirnar, hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein. Hjá konufólki er deyðaorsakirnar undir felagsheitinum “Annað” enntá farnar langt upp um hinar báðar stóru høvuðsdeyðaorsakirnar. Undir “Annað” eru tað ikki nakrar serstakar sjúkur, ið serliga gera meira um seg. Deyðaorsakirnar eru bara meira ymiskar enn tær hava verið. Niðanfyri er eitt yvirlit, ið vísir hvørjar deyðaorsakir eru flokkaðar undir heitinum “Annað”.

annad

PX Web Graph News