Lønargjaldingar
16. jan 2023
11,2 milliardir útgoldnar í lønum í 2022 — vøksturin er 4,9%

Størsti vøkstur er innan fiskivinnu og aðra tilfeingisvinnur.

Vøksturin í lønargjaldingunum í fjør er nakað størri enn í 2021. Vøksturin í 2022 var 4,9% í mun til árið fyri. Í 2021 var vøksturin 3,7% samanborið við 2020.

[px-graph-1]

Um hugt verður at einstøku mánaðunum í fjør skilir desember seg burturúr. Tá var góð milliard útgoldin í lønum og tað er met fyri einstakan mánað.

Menninir eiga góð 60%

Tað eru ikki stórar broytingar í býtinum av lønarútgjøldunum til kynini. Í 2022 var parturin hjá monnunum 61,3% av lønarútgjaldingunum, meðan parturin hjá kvinnunum var 38,7%. Tað er sama býti sum í 2021.

[px-graph-2]

Vøksturin er 4,9% hjá báðum kynum í 2022 borið saman við árið fyri. 

Fiskivinnan og aðrar tilfeingisvinnur størri part

Fiskivinnan og aðrar tilfeingisvinnur áttu størri part av samlaðu lønunum í 2022 í mun til árið fyri. Parturin vaks úr 18,5% í 2021 upp í 19,7% í 2022.

Løntakarar innan almennar og aðrar tænastur áttu 34,2% av samlaðu lønunum í 2022 í mun til 34,4% árið fyri. Parturin hjá privatu tænastuvinnunum av lønargjaldingunum minkaði úr 31,4% í 2021 niður í 31,1% í 2022. Parturin hjá byggivinnu o.a. tilvirking minkaði úr 15,6% niður í 15,0%. 

[px-graph-3]

Lønargjaldingarnar vuksu mest, bæði lutsfalsliga og í krónum, innan fiskivinnu og aðrar tilfeingisvinnur. Vøksturin var 11,6% í 2022 samanborið við árið fyri. Tað svarar til slakar 230 milliónir.

Innan almennar og aðrar tænastur var vøksturin 4,2%, í privatu tænastuvinnunum vuksu lønargjaldingarnar 3,7% og innan byggivinnu og aðra tilvirking 1,0%.

Av einstøku vinnugreinunum er størsti lutfalsligi vøkstur innan gistihús og matstovuvirki við 25%. Fiskiskapur vaks 17% og ali- og kryvjivirki 11%. 

[px-graph-4]

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppí uttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News