Arbeiðsfjøld
24. jan 2022
Føroyska arbeiðsfjøldin, bæði menn og kvinnur, er tann virknasta í Evropa

Av teim umleið 38.200 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru 32.000 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin.

Vinnutíttleikin, ið er arbeiðsfjøldin í % av fólkatalinum, er 83,6%, roknaður fyri bæði kyn. Hjá monnum er vinnutíttleikin 85% og hjá kvinnum eitt vet minni 82%. Samanborið við onnur lond er vinnutíttleikin í Føroyum nógv tann størsti í Evropa.

T1

Síðstu 5 árini er arbeiðsfjøldin vaksin við stívliga 2.000 fólkum. Vøksturin er nakað ójavnt býttur millum kynini við umleið 1.200 mannfólkum og 800 konufólkum.

"

Hetta er eitt av høvuðsúrslitunum av arbeiðsfjøldarteljingini, sum Hagstovan gjørdi í november í fjør. Nógv fleiri og útgreinað úrslit eru at finna í hagtalsgrunninum. Niðast í hesi grein er stutt frágreiðing um arbeiðsfjøldarteljingina.

Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum.

Onga aðrastaðni er so lítil munur á vinnutíttleikanum hjá monnum og kvinnum

Vit hava sæð tað eisini í undanfarnu kanningum, at í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Evropa. Árini frammanundan hevur verið tætt millum Føroyar og Ísland, men nú er munurin øktur munandi hjá monnum, men serliga hjá kvinnum, har vinnutíttleikin hjá føroyskum kvinnum nú er 82% og 75% hjá íslendskum kvinnum.

Á myndini niðanfyri eru Føroyar samanbornar við 35 onnur lond í Evropa, sambært hagtalsgrunninum hjá Eurostat.

  1. Hjá mannfólki: Tá vit samanbera úrslitini fyri mannfólk eru Føroyar fremst við einum vinnutíttleika á 85% og síðani Ísland við 83%. So er eitt glopp niður til Sveits við 80% og Svøríki við 76. Miðaltalið fyri tey 27 ES-limalondini er 69%. Av ES-limalondum hevur Kroatia lægsta vinnutíttleika hjá mannfólki á 63%. Belgia og Frakland hava nærum eins lágan vinnutíttleika.
  2. Hjá konufólki er vinnutíttleikin nógv størstur í Føroyum við 82%, síðani er eitt lop niður til Ísland við 75%. Í Danmark er vinnutíttleikin 66%, og ES-miðaltalið er 58. Lægsti vinnutíttleikin hjá kvinnum er í Turkalandi við 33% og Italia við 48%.  

Samanumtikið sæst, at í øllum øðrum londum enn í Føroyum er vinnutíttleikin hjá kvinnum munandi lægri enn hjá monnum. Í Føroyum eru bara 3%-stig á muni, 8%-stig í Íslandi, í Danmark 7%-stig og í miðal fyri tey 28 ES-londini er munurin 9%-stig. Nógv størsti kynsmunurin er í Turkalandi við vinnutíttleika á 71% hjá monnum og 33% hjá kvinnum.

''

 

Um arbeiðsfjøldarteljingina

Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.

Arbeiðsfjøldin er gjørd upp við fullari teljing burtur úr almennum skráum, so sum landsfólkaskránni, samtíðarskattaskipanini, skattaendaskránni, mvg-skránni, arbeiðsloysisskipanini, og veitingar- og studningsskráum í almanna- og undirvísingarverkinum.

Haraftrat er ein spurnakanning á umleið 1.000 stakroyndir gjørd millum teirra, ið ikki vóru at finna í almennu skráunum. Teljingin og spurnakanningin fevnir um fastbúgvandi føroyingar í aldrinum 15-74 ár. Øll, ið høvdu meira enn 1 tíma vinnuligt arbeiði í kanningartíðarskeiðinum eina viku í november, verða flokkað sum arbeiðsvirkin, eisini um arbeiðið var ólønt. Tey sum einki arbeiði hava, verða bert flokkað sum arbeiðsleys, um tey eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri 2 vikur. Tey, sum hvørki hava arbeiði ella eru arbeiðsleys, verða flokkað sum vinnuliga óvirkin.