Nøvn
02. sep 2022
Maria og Jákup framvegis vanligastu nøvn
Vanligastu nøvnini á kvinnum, sum búðu í Føroyum 1. januar í ár, vóru Maria, Anna og Annika. Síðani koma vælkend nøvn sum Beinta, Katrin, Rannvá og Marjun.
Maria, Anna og Annika hava verið ovast á listanum yvir nøvn á kvinnum øll árini síðan 2001. Tíggju tey vanligastu nøvnini í 2021 vóru at kalla tey somu sum í 2001. Einasti munur er, at navnið Durita er skift út við navnið Heidi.
Jákup og Jógvan vóru vanligastu nøvn á monnum, sum búðu í Føroyum 1. januar í ár. Nøvnini Jákup og Jógvan hava ligið sum nummar eitt og tvey øll árini síðan 2001. Somuleiðis hava nøvnini Rúni, Martin og Høgni verið vanlig mannfólkanøvn í nógv ár. Eins og á kvinnum eru tíggju tey vanligastu nøvnini á monnum at kalla tey somu í 2021 sum fyri 20 árum síðani. Einasta broyting er, at navnið Jan er skift út við navnið Jónas.
Nøvn, sum eru munandi meira vanlig nú enn fyri 20 árum síðani, eru Lea, Emma, Ronja og Olivia á kvinnum, og Mattias, Silas, Lukas og Boas á monnum.
Fleiri nøvn eru løgd aftur at síðan 2001, og nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Nóa, Bragi og Liam á monnum og Brá, Vón og Ria á kvinnum.
Dupultnøvnini eru ikki líka vanlig, sum tey hava verið. Millum 100 tey mest vanligu nøvnini á kvinnum i í 2021 vóru einans tvey dupultnøvn, Anna Maria og Anna Sofía, og millum nøvnini á monnum var bert eitt dupultnavn, Hans Jacob.
Les meira á temasíðuni um nøvn ella royn navnaleitaran.
Stutt um nøvn
Uppgerðin fevnir um fornøvn (1. navn ella 1. og 2. navn) á persónum, sum búðu í Føroyum tann 1. januar. Nøvnini eru gjørd upp soleiðis, sum tey eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Um ein persónur hevur eitt fornavn, verður hetta gjørt upp sum eitt navn. Um ein persónur hevur tvey fornøvn, t.d. Hans Petur, verður hetta eisini gjørt upp sum eitt navn.
Av tí at tað kunnu ganga upp til 6 mánaðir áðrenn eitt barn skal hava fingið navn, verður navnauppgerðin gjørd eftir 1. juli.