Fólkatal
07. Mai 2021
Fólkatalið var 53.223 tann 1. apríl
Vaksandi gongdin í fólkatalinum hevur verið støðug síðani 2013. Gongdin í fólkatalinum verður ávirkað av, hvussu nógv flyta til og frá Føroyum, og hvussu nógv doyggja og verða fødd. Seinasta árið tykist nettoflytingin at vera minkað nakað, meðan burðaravlopið heldur fram við at vaksa.
[px-graph-3]
Flytingar
Seinastu árini hevur gongdin verið, at fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt vaksandi íkast til fólkavøksturin. Seinasta árið er hendan gongdin broytt nakað. Tilflytingin er minkað, meðan fráflytingin ikki er minkað eins nógv. Nettoflytingin, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, er sostatt nakað minni enn hon hevur verið.
Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini.
Burðaravlop
Burðaravlopið, ið er munurin millum fødd og deyð, hevur verið javnt vaksandi seinastu árini. Hóast fólkatalið síðan 2014 er vaksið við umleið 5.000 fólkum, so er miðal talið av deyðum um mánaðin ikki broytt og liggur framvegis um 30 fólk í miðal um mánaðin. Harafturímóti er talið av føddum børnum seinastu árini vaksið munandi, og nú verða millum 55 og 60 børn fødd í miðal um mánaðin. Burðaravlopið gevur tí framvegis eitt vaksandi íkast til fólkavøksturin.
Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum.
Kommunurnar
Gongdin í fólkatalinum er framvegis ymisk frá kommunu til kommunu. Størsti vøksturin í tali er í teimum størstu kommunum, har Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar-, Eystur- og Nes kommuna standa fyri 79% av vøkstrinum.
Lutfalsliga stórur fólkavøkstur er í Sands og Skopunar kommunu, har fólkatalið er vaksið við yvir 4% í báðum kommunum, svarandi til ávikavist 21 og 23 fólk samanborið við somu tíð í fjør.
Eisini í Suðuroynni heldur fólkatalið fram við at vaksa. Vøksturin sæst serliga í Tvøroyra og Vágs kommunu, har 59 fólk eru komin afturat síðani somu tíð í fjør.
Fimm kommunur høvdu afturgongd í fólkatalinum. Størsta afturgongdin í tali var í Fuglafjarðar kommunu, har fólkatalið minkaði við 15 persónum. Tað svarar til eina minking á 0,9 prosent samanborið við somu tíð í fjør.
Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum fyri apríl 2020 og apríl 2021.
[px-graph-1]
Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.
Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.