Innflutningur av vørum
13. jul 2022
Innflutningurin vaksin 2,3 milliardir krónur seinasta árið

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá juni 2021 til mai 2022 var 10,7 milliardir krónur. Hann er vaksin 28% í mun til undanfarna skeiðið.

Innflutningurin í mai er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.

Størsti vøksturin stavar frá innflutningi av brennievni, ið er vaksin 716 milliónir krónur ella 71%. 

Skipainnflutningurin er vaksin 573 milliónir krónur.

Innflutningurin av tilfari og øðrum til vinnulívið er vaksin meira enn vørur til beinleiðis nýtslu. Eitt nú er rávøra til fiskavirking vaksin 313 milliónir krónur ella 73% og tilfar "til aðra framleiðslu" er vaksið 403 milliónur krónur. 

 

[px-graph-1]

 

PX Web Graph News