Starvsfólk
14. aug 2025
30.652 starvsfólk í juli — 1,2 prosent vøkstur

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinasta árið er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.
Í juli vóru 30.652 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 350 starvsfólk, ella 1,2 prosent, fleiri enn juli í fjør.
[px-graph-1]
Vøkstur hjá bæði kvinnum og monnum
Í juli vóru góðir 15.700 menn og 14.900 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við sama mánað í fjør vóru menninir 173 ella 1,1 prosent fleiri. Kvinnurnar vóru 177 ella 1,2 prosent fleiri.
[px-graph-2]
Í juli arbeiddu 56 prosent av starvsfólkunum hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Parturin er væl hægri fyri menn, har tríggir av fýra arbeiða í hesum bólki.
[px-graph-3]
Starvsfólkatalið er vaksið hjá arbeiðsgevarum undir bæði almennum og privatum ræði. Tó eru flest menn komnir afturat hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði, har teir vóru 156 ella 1,4 prosent fleiri enn sama mánað í fjør. Flest kvinnur eru lagdar afturat arbeiðsgevarum undir almennum ræði, har tær vóru 137 ella 1,5 prosent fleiri samanborið við juli í fjør.
[px-graph-3]
Flest starvsfólk løgd afturat fiskiveiðu og almennum vinnugreinum
Tá hugt verður eftir ovasta stigi í vinnugreinaflokkingini, eru flest starvsfólk løgd afturat vinnugreinuni "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða" samanborið við sama mánað árið fyri. Her eru tey 195 ella 9,6 prosent fleiri. Meira útgreinað sæst at tað er "Botnfiskiveiða" sum hevur serskiltan vøkstur við 88 persónum ella 15 prosentum. Vinnugreinin við næst størsta vøksturi í persónum er "Almenn umsiting og verja" við 90 persónum ella 1,8 prosentum. "Heilsu - og almannaverk" hevur eisini havt stóran vøkstur, har serliga "Røktarvirksemi á bústovnum" er vaksið nógv. Seinast nevndu eru 83, ella 2,8 prosent, fleiri í juli í ár samanborið við í fjør.
Umvent hevði "Byggivinnan" størstu minking av starvsfólkum í tali, har tey vóru góð 60 færri enn sama mánað í fjør. Hetta er ein minking á 2,3 prosent.
[px-graph-4]
Framleiðsluvinnan hevur flest starvsfólk uttan bústaðartilknýti
Fyri at hava føroyskt bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum.
Seinastu árini eru tey vorðin munandi fleiri í starvsfólkaskaranum, sum ikki hava føroyskt bústaðartilknýti. Hesin vøksturin er viknaður, sum sæst á grafinum niðanfyri. Í juli vóru góðir 115 persónar ella 5,9 prosent fleiri samanborið við juli í fjør. Til samanberingar var vøksturin 17 prosent í juli 2023 í mun til juli 2022.
[px-graph-5]
Talvan niðanfyri vísir starvsfólk uttan bústaðartilknýti til Føroyar býtt á ovasta vinnugreinastigi. Í juli høvdu 621 ella 30 prosent av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti sítt høvuðsstarv í "Framleiðsluvinnuni". Av hesum starvast 431 innan matvøruframleiðslu í ali- og fiskivinnu. Vinnugreinin við næst flest starvsfólki uttan bústaðartilknýti er "Gisting og matstovuvinna" við meira enn helvtini færri.
Av hesum vinnugreinum niðanfyri hevur "Framleiðsluvinna" havt størsta vøkstur av persónum, har tey eru 55 fleiri enn í juli í fjør. Lutfalsliga er tað tó "Landbúnaður, skógrøkt og fiskivinna", sum hevur størsta vøkstur við 17 prosentum. Hesin vøkstur kemur frá botnfiskiveiðu, har talið er vaksið við 23 starvsfólkum uttan bústaðartilknýti seinasta árið, sum innan botnfiskiveiði er ein vøkstur á 34 prosent av starvsfólki uttan bústaðartilknýti.
[px-graph-7]
[px-graph-8]
Um starvsfólkahagtølini
Uppgerðin av starvsfólkum fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS).
Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Sambært ILO er eitt starvsfólk ein persónur í arbeiðsførum aldri, sum í styttri tíðarskeiði hevur verið í starvi hjá arbeiðsgevara og hevur framleitt vørur ella veitt tænastur fyri løn. Hetta fevnir um a) persónar í starvi, sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum (ofta sett til 1 viku) og b) persónar í starvi, men eru fyribils úr arbeiði (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking).
Keldan til starvsfólk eru mánaðarligar A-skattaðar lønir ígjøgnum samtíðarskattaskipanina (STSS). Í samsvar við altjóða mátið, sum er 1 tíma um vikuna, er mánaðarliga lønarmarkvirðið roknað sum fýra tímalønir hjá einum arbeiðsfólki, av tí tað eru umleið fýra vikur í einum mánaði. Tímalønin er sett sum minstaløn + frítíðarløn eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað merkir, at um mánaðarliga lønin er lægri enn markið, telur persónurin ikki við sum starvsfólk tann mánaðin. Sambært Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, kunnu børn yngri enn 13 ár ikki verða sett í arbeiði, og tað er tískil sett sum niðara aldursmark í hagtølunum.
Broyting í hagtølunum
Í fyrru helvt av 2024 varð arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av hagtølunum um starvsfólk, sum tá vórðu endurskoðað, dagførd og broytt. Tað hevði við sær, at samlaða talið av starvsfólki er vaksið eitt vet. Størsta orsøkin er at hagtølini nú fevna um fleiri aldrar. Fyrr fevndu tølini um persónar í aldrinum 16-74, men nú telja øll við, sum eru 13 ár ella eldri. Aðrar broytingar fevna um eitt lægri lønarmarkvirði, at fleiri barsilsskrásetingar eru lagdar afturat, og at ávísar útgjaldingar um STSS, sum áður ikki hava verið mettar at vera løn, eru nú rætt skrásettar sum løn. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endaðar talvur”.