Arbeiðsloysi
23. feb 2024
Arbeiðsloysið eitt prosent í januar

Arbeiðsloysið var eitt prosent í januar. Tað er á leið tað sama sum fyri ári síðani, tá tað var 0,9 prosent.
Gev gætur, at greinin er broytt, eftir at gjørt varð vart við, at tulkingin av hagtølunum í upprunagreinini ikki var beinrakin.

Arbeiðsloysið var 1,0 prosent í januar, sum svarar til 316 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,9 prosent, ið svarar til 282 fulltíðararbeiðsleys. 

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í januar vóru 379 persónar raktir av arbeiðsloysi. Tað er 51 fleiri enn januar í fjør. 

 

[px-graph-1]

Arbeiðsloysið hægri hjá monnum enn kvinnum

Í januar vóru 187 fulltíðararbeiðsleysir menn. Tað svarar til 1,2 prosent. Hetta er ein 0,3 prosentstig hægri samanborið við sama mánað í fjør. Millum kvinnurnar var arbeiðsloysið 0,9 prosent. Tað er 0,1 prosentstig lægri enn í fjør. Munurin millum kynini er seinastu tíðina vaksin eitt vet. 

[px-graph-2]

Lægst í Norðoyggjum og Vágum

Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í januar var arbeiðsloysið lægst í Norðoyggjum við 0,6 prosentum og í Vágum við 0,7 prosentum.  Í Suðuroynni var arbeiðsloysið hægst við 1,5 prosentum og í Norðurstreymoy við 1,4 prosentum. 

[px-graph-3]

Arbeiðsloysið lægst millum tey 55 til 66 ára gomlu

Av teimum 55-66 ára gomlu eru 0,8 prosent arbeiðsleys. Størsta arbeiðsloysið er millum tey 25-34 ára gomlu við 1,4 prosentum.   

[px-graph-4]

8,2% eru langtíðararbeiðsleys

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í januar vóru 31 persónar ella 8,2% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í 2022 vóru 31 persónar ella 10,4% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys.

[px-graph-5]

Arbeiðsloysi sum hugtak

Arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya og hjá hagstovum í londum kring heimin fylgir allýsingum um arbeiðsloysi hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. 
Eftir allýsingini eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Í mánaðarligu arbeiðsloysisuppgerðini hjá Hagtovu Føroya eru arbeiðsleys tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum og lúka allýsingina omanfyri.

PX Web Graph News