Smásøluvísitøl
17. jan 2025
Fleiri klæðir seld triðja ársfjórðing í fjør

Uppgerðin fyri 3. ársfjórðing 2024 vísir millum annað, at sølan av klædnapløggum vaks sjey prosent, meðan sølan av húsarhaldsútgerð minkaði fimm prosent.

Sølan í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørd upp fyri triðja ársfjórðing í fjør.

Sølan hjá feløgum í vinnugreinini ‘Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur’, er tað ið vit kenna sum matvøruhandlar.

Í ársins prísum vaks sølan knøpp tvey prosent frá 3. ársfjórðingi í 2023 til 3. ársfjórðing í fjør. Um vit draga prísvøksturin frá, so fáa vit virðið fyri umsettu mongdina t.e. mongdina av seldum vørum, kallað 'sølan máld í føstum prísum'. Sølan máld í føstum prísum hjá matvøruhandlum var yvir tvey prosent lægri 3. ársfjórðing í fjør í mun til sama tíðarskeið í 2023. Tað merkir, at hóast virðið á søluni hækkaði tvey prosent, so er mongdin av seldum vørum minkað yvir tvey prosent. 

[px-graph-1]

Sølan av húsarhaldsútgerð minkaði

Í vinnugreinini ‘Serhandlar við innbúgvi, ljósbúnaði o.a. húsarhaldsútgerð’, sum liggur undir flokkinum ‘Smásøla av húsarhaldsútgerð í serhandlum’ minkaði sølan frá 3. ársfjórðingi í 2023 til 3. ársfjórðing í fjør fimm prosent bæði í ársins og føstum prísum.

[px-graph-2]

Sølan av klæðum vaks í mun til undanfarna ár

Smásølan við klædnapløggum’ hækkaði knøpp trý prosent í virði hetta tíðarskeiðið, meðan selda mongdin vaks sjey prosent.

[px-graph-4]

Smásøluvísitalið í nýggjum hami 

Sølan hjá handilsfeløgum kom í januar 2024 út í nýggjum hami. Sølan verður enn sum áður gjørd upp í virði og umroknað til mongdir. Í gomlu uppgerðini vóru tølini býtt upp í vørubólkarnar ‘matur og drykkjuvørur’, ‘klædnavørur og fótbúnaður’ og ‘húsbúnaður og húsarhaldsútgerð’ og feløgini í uppgerðini vóru útvald eftir hvørja vinnugrein tey hoyrdu til eftir NACE Rev. 1 vinnnugreinaflokkingini.

Nýggja smásøluvísitalið er bygt eftir sama leisti sum vísitalið fyri heil- og smásølu hjá Eurostat, ið byggir á tøl frá feløgum útvald eftir vinnugreinaflokkingini NACE Rev. 2. Smásøluvísitalið fevnir um feløg í NACE Rev. 2 deildini ‘G47 Smásøla onnur enn við motorakførum’ og er dagført aftur til 2001.

Í gomlu uppgerðini vóru 3 vørubólkar uppgjørdir. Í nýggju uppgerðini verða 9 vinnugreinar, 4 flokkar uppgjørd og deildin G47 er eisini gjørd upp. Vinnugreinabólkingin NACE er uppbygt í stigum.  

Dømi:

G Heil- og smásøla; umvæling av akførum - NACE 1. stig, Bólkar

G.47 Smásøla onnur enn við motorakførum - NACE 2. stig, Deildir

G.47.1 Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali - NACE 3. stig, Flokkar

G.47.11 Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur - NACE 4. stig, Vinnugreinar

Gomlu bólkarnir ‘matur og drykkjuvørur’, ‘klædnavørur og fótbúnaður’ og ‘húsbúnaður og húsarhaldsútgerð’ fevna í stóran mun um somu feløg, ið eru í ávikavist ‘G.47.11 Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur’, ‘G.47.7.1 Smásøla við klædnapløggum’, ‘G.47.7.2 Smásøla við fótbúna og leðurvørum’ og ‘G.47.5 Smásøla av húsarhaldsútgerð í serhandlum’.

Orðalýsingar:

  • Ársins prísir (eisini nevnt nominellir prísir) er uppgerð við støði í teimum prísum, ið eru galdandi fyri tað tíðarskeiðið, ið uppgerðin fevnir um.
  • Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.
  • Fastir prísir merkir, at uppgerðin er reinsað fyri prísvøkstur. Á henda hátt ber til at meta um gongdina í nøgdini av seldum vørum og tænastum.
  • Trendurin lýsir rákið í máldu tølunum, reinsað fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar
  • Vísital lýsa prosentvísu broytingina frá einum ári til annað við einum støðisári, ið verður sett til 100. Munurin millum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
  • Sølan sigur okkum hvat umsetningurin hjá feløgunum í vørubólkunum er.
PX Web Graph News
Viðm.: Matvøruhandlar