Arbeiðsloysi
26. okt 2022
Arbeiðsloysið ikki verið lægri

Í august og september var arbeiðsloysið 0,5%, ið svarar til 150 fulltíðararbeiðsleys.
Endurskoðað arbeiðsloysishagtøl

Arbeiðsloysishagtølini eru endurskoðað í samband við, at Hagstova Føroya hevur bygt hagtalsframleiðsluna í nýggjum dátuumhvørvi. Endurskoðanin hevur við sær, at arbeiðsloysisprosentið fyri landið serliga í tíðarskeiðnum frá 2016 til 2019 er minkað 0,1%-stig og summar mánaðir 0,2%-stig. At arbeiðsloysisframleiðslan er endurskoðað, hevur við sær, at arbeiðsloystølini nú kunnu koma út skjótari enn áður. Les meira um endurskoðanina niðast í greinini.

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina í arbeiðsloysinum.  

Arbeiðsloysið var 0,5% í september, ið svarar til góð 150 fulltíðararbeiðsleys.

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í september vóru tilsamans um 170 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Arbeiðsloysið var til samanberingar 0,9% í september í fjør. Gongdin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.

[px-graph-1]

Arbeiðloysið ikki verið lægri bæði hjá monnum og kvinnum

Arbeiðsloysið í august og september er tað lægsta, sum er mált fyri bæði kvinnur og menn.

Í september var arbeiðsloysið 0,6% hjá monnum og 0,5% hjá kvinnum. Tað svarar til um 90 fulltíðararbeiðsleysar menn og 60 kvinnur. Sama mánað í 2021 var arbeiðsloysið 1,1% bæði hjá monnum og kvinnum.

[px-graph-2]

Lægsta arbeiðsloysið í øllum økjum 

Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í september var arbeiðsloysið lægst í Eysturoynni og Vágum við 0,2%. Í Suðuroy var arbeiðsloysið 1,1%.

[px-graph-3]

Fá arbeiðsleys millum tey ungu

Arbeiðsloysið er lægst millum tey 16-24 og 45-54 ára gomlu við 0,3%. Millum tey 35-44 og 55-66 ára gomlu er arbeiðsloysið 0,7%. 

[px-graph-5]

17% eru langtíðararbeiðsleys

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í september vóru 29 persónar ella 17% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í 2021 vóru 50 persónar ella 16% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys.

[px-graph-4]

 

Endurskoðað arbeiðsloysishagtøl

Arbeiðsloysishagtølini eru endurskoðað í samband við, at hagtalsframleiðslan er bygd av nýggjum. Arbeiðsloysisuppgerðin er fyrsta hagtalsframleiðsla hjá Hagstovu Føroya úr nýggja dátuvøruhúsinum, sum hevur til endamáls at gera hagtalsframleiðslurnar smidligari.

Skjótari arbeiðsloysishagtøl

Í gomlu uppgerðini vóru arbeiðsloysishagtølini tveir mánaðir afturút, tí skrásetingarnar vóru seinkaðar. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, varð bíðað tveir mánaðir, so at uppgerðin varð so rættvísandi sum gjørligt.

Endurskoðanin av arbeiðsloysisframleiðsluni hevur við sær, at arbeiðsloystølini nú kunnu koma út skjótari, tí eftirskrásetingarnar eru færri. 
Hetta merkir tó, at smærri rættingar kunnu vera í arbeiðsloysistølunum mánaðirnar fyri, tá nýggj uppgerð verður gjørd.

Minkar 0,1%-stig í 2016 til 2019

Endurskoðanin hevur við sær, at arbeiðsloysisprosentið fyri landið serliga í tíðarskeiðnum frá 2016 til 2019 er minkað 0,1%-stig og summar mánaðir 0,2%-stig.

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið í % eftir nýggju og gomlu uppgerðini.

Mynd

Endurskoðanin hevur tó størri ávirkan á arbeiðsloysisprosentið í ávísum økjum í landinum og aldursbólkum frá tíðarskeiðnum desember 2015 fram til í dag. Orsøkin er, at smærri broytingar síggjast betur í lutfalsliga lítlum økjum og aldursbólkum. 

Sum dømi minkar arbeiðsloysið í Sandoynni. Í apríl í ár var arbeiðsloysið 0,9% eftir gomlu uppgerðini. Í nýggju uppgerðini er arbeiðsloysið 0,5%. Orsøkin er, at í endurskoðanini eru nú trý fulltíðararbeiðsleys í Sandoynni, meðan tað í gomlu uppgerðini vóru seks fulltíðararbeiðsleys.

Arbeiðsloysi sum hugtak

Arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya og hjá hagstovum í londum kring heimin fylgir allýsingum um arbeiðsloysi hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. 
Eftir allýsingini eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Við støði í allýsingini eru mannagongdirnar eftirhugdar, ið hava verið grundarlag undir verandi arbeiðsloysishagtølunum. Tað hevur við sær smærri broytingar, sum eru lýstar niðanfyri.

Færri arbeiðleys úr Almannaverkinum

Eftir gamla uppgerðarháttinum eru persónar, ið søkja um uppihaldsveiting vegna arbeiðsloysi, roknaðir at vera arbeiðsleysir saman við teimum, sum hava fingið játtað uppihaldsveiting vegna arbeiðsloysi. 

Av tí, at støðan hjá einum persóni kann broytast undir málsviðgerðini, samstundis sum nærri kunnleiki eisini fæst um støðuna hjá persóninum, hendir, at játtan verður givin fyri aðra uppihaldsveiting, enn søkt varð um frá byrjan. Til dømis kann ein persónur søkja um uppihaldsveiting vegna arbeiðsloysi, men undir málsviðgerðini kann støðan broytast, og játtan verður givin til uppihaldsveiting vegna sjúku.

Avgerð er tikin um, at nú verða einans tey, sum hava fingið játtan til uppihaldsveiting vegna arbeiðsloysi roknað sum arbeiðsleys. Tað merkir, at persónar, sum hava søkt um uppihaldsveiting um arbeiðsloysi, men hvørs játtan til uppihaldsveiting er annað enn arbeiðsloysi, ikki longur telja við í arbeiðsloysinum. 

Hetta hevur við sær, at talið av arbeiðsleysum úr Almannaverkinum er minkað nakað.

Telja sum arbeiðsleys í karantenutíðini í ALS

Í gamla uppgerðarháttinum eru persónar, sum vóru í karantenu vegna at hava sagt seg úr starvi, ikki taldir við í arbeiðsloysistølunum fyrr enn teir komu úr aftur karantenuni. 

Mett er, at hesir persónar fylgja allýsingini hjá ILO um arbeiðsloysi, hóast teir eru í karantenu, og tí er avgerð tikin um, at hesi skulu telja við í arbeiðsloysistølunum. Hetta hevur við sær, at nakað fleiri eru skrásett sum arbeiðsleys hjá ALS.

Longd á arbeiðsloysi 

Eftir gamla uppgerðarháttinum var longdin á arbeiðsloysinum hjá einum persóni gjørd upp eftir tali av samanhangandi døgum, sum persónurin var arbeiðsleysur. 

Tað hevur merkt, at arbeiðsloysistíðarskeiðið byrjar av nýggjum, hvørja ferð ein persónur ikki var arbeiðsleysur ein dag. Eitt nú við at sýta at átaka sær eitt arbeiði ein ávísan dag.

Í nýggju uppgerðini er arbeiðsloysistíðarskeiðið hjá einum persóni mett at vera samanhangandi, hóast ein arbeiðsleysur persónur ikki lýkur arbeiðsloysistreytirnar í upp til eina viku. 

Dømi um hetta er ein persónur, sum er arbeiðsleysur í 30 dagar. Av ávísum orsøkum er sami persónur ikki arbeiðsleysur í 7 dagar, men síðani aftur arbeiðsleysur í 60 dagar. Í gomlu uppgerðini var persónurin taldur at hava tvey arbeiðsloysistíðarskeið – eitt við 30 døgum og síðani eitt við 60 døgum. Í nýggju uppgerðini telur hesin persónurin sum arbeiðsleysur í einum tíðarskeiði, sum er 90 dagar.

Tað merkir, at í nýggju uppgerðini eru fleiri persónar, sum hava longri arbeiðsloysistíðarskeið enn áður.

PX Web Graph News