Innflutningur av vørum
19. feb 2024
Innflutningurin minkaður knappar 400 milliónir krónur í 2023

Samlaði vøruinnflutningurin var 11,8 milliardir krónur í 2023, hetta er 3,3% lægri enn í 2022.

Prísurin á brennievni var nakað lægri í 2023 enn í 2022. Innflutningsvirðið á brennievni er minkað 530 milliónir krónur, ella 23,2%. Stórur vøkstur í innflutninginum av rávøru til fiskavirking og tilfari til hav og landbúnað. Her vaks innflutningurin ávikavist 226 milliónir krónur og 135 milliónir krónur.

[px-graph-1]

Nógv innflutt av rávøru til fiskavirking

Innflutningsvirðið av rávøru til fiskavirking og tilfari til hav og landbúnað er vaksið nógv seinastu áini.

[px-graph-2]

PX Web Graph News