Innflutningur av vørum
16. feb 2023
Innflutningurin methøgur í 2022

Samlaði vøruinnflutningurin var 12,1 milliard krónur í 2022, hetta er 31% hægri enn í 2021.

Innflutningsvirðið á brennievni o.t. er vaksið 939 milliónir krónur í 2022, ella góð 70%. Sama tíðarskeið minkaði innflutta nøgdin av brennievni 12%. Eisini var stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari 'til aðra framleiðslu' og 'til hav- og landbúnað'. Her vaks innflutningurin ávikavist 383 milliónir krónur og 239 milliónir krónur.

[px-graph-1]

Innflutningurin úr Evropa annars

Vanliga hava vit í Føroyum innflutt mest úr Norðurlondum. Í 2022 fór innflutningurin úr Evropa annars upp um Norðurlond. Vit innfluttu fyri knappar 5,2 milliardir krónur úr Norðurlondum og fyri góðar 5,2 milliardir krónur úr Evropa annars. Vøksturin í innflutninginum frá Evropa annars var 1,7 milliardir krónur, ella 48%, og vøksturin stavar í høvuðsheitum frá innflutningi av brennievni.

[px-graph-2]

Nógv innflutt av tilfari til alivinnuna

Um sæð verður burtur frá brennievni, er innflutningsvirðið av tilfari til hav- og landbúnað lutfalsliga vaksið mest, nevniliga 38%. Innflutningurin av alifóðri er vaksin 161 milliónir krónur, ella 42% í 2022.

[px-graph-3]

PX Web Graph News