Húski
22. des 2021
Í fjórða hvørjum húski býr eitt fólk – hesi eru 9% av fólkatalinum

Av teimum umleið 18.000 húskjunum í Føroyum eru tað næstan tveir triðingar, har eingi børn eru í húskinum. Í 25% av húskjunum er ein vaksin, í 24% tvey vaksin og í 15% trý ella fleiri vaksin.

Hinvegin eru tað knappliga 6.500 húski ella 36% við børnum. Av hesum eru tað eini 630 húski ella 3,5%, har tað er ein vaksin við børnum.

Telja vit hinvegin fólk í ymisku húskjunum, so búgva knappliga 28.800 fólk ella 56% av øllum í húskjum við børnum.

Í húskjum við einum vaksnum við børnum (einum ella fleiri) búgva 1.680 fólk ella 3% av fólkinum.

Húskini við tveimum vaksnum við børnum telja 14.700 fólk ella 29% av fólkinum, og húskini við trimum ella fleiri vaksnum við børnum telja 12.400 fólk ella 24% av fólkinum.

Tey, sum eru 18 ár og eldri, telja sum vaksin. Millum teirra eru fleiri, sum búgva heima hjá foreldrunum. Í húskjum við trimum ella fleiri vaksnum við børnum kunnu tað t.d. vera tvey foreldur, nøkur børn sum eru yngri enn 18 ár og nøkur sum eru eldri enn 18 ár, sum telja sum vaksin.

Uppgerðin er fyri 2019. Aftast í hesi grein er ein nágreiniligari lýsing av hugtakinum húski og fólkatali.

"

Í 64% av húskjunum eru eingi børn – men húskini við børnum telja 56% av fólkatalinum

Myndin omanfyri vísir stóra munin á, tá ið vit telja húski og fólk í ymiskum húskissløgum. Telja vit húski, so eru eingi børn í umleið 64% av teimum. Telja vit fólk, so búgva 56% av fólkinum í húskjum við børnum.

Í myndunum niðanfyri greina vit støðuna í 2009 og 2019, og hyggja síðan at hvussu samansetingin var í 2019 eftir aldri og kyni í ymiskum húskisbólkum.

"

Aldursbýtið millum støk

Í flestu grannalondum okkara er stórur áhugi fyri serliga einum húskisbólki: tað er hvussu ein alsamt veksandi partur av fólkinum býr einsamallur. Men okkara tøl fyri gongdina frá 2009 til 2019 víkir frá gongdini aðrastaðni, tí tey ungu (18-24 ár), ið búgva einsamøll, eru fækkað. Tað skal tó sigast, at teirra partur av fólkatalinum er eisini minkaður eitt vet.

Í øllum hinum bólkunum er ein vøkstur og tað fylgir nøkulunda vøkstrinum í fólkatalinum. Størsti vøksturin av fólki, ið búgva einasamøll, eru tey, ið eru 67 ár og eldri.

Tríggjar ferðir so nógv støk mannfólk í ungum og miðjum árum sum konufólk

Munurin í kynsbýtinum teirra millum, ið búgva einsamøll, er ógvisligur í ymisku aldursbólkunum. Millum tey sera fáu yngstu støku er ongin munur, men í aldursbólkinum 25-54 ár er ein ógvislig yvirvág av mannfólki. Tað eru 1.051 mannfólk borið saman við 358 konufólk. Men tað er vent í holini í aldursbólkinum 67 ár og eldri, har tað eru 757 mannfólk og 1.199 konufólk.

Samantikið eru mannfólk á yngru og í miðárum tann alstóri meirilutin av teimum, ið búgva einsamøll. Millum tey eldru er stóri meirilutin konufólk.
"

Ein vaksin við børnum

Myndin niðanfyri vísir støðuna í 2009 og 2019 í talinum av sonevndum støkum forsyrgjarum, tvs. húski við einum vaksnum og einum ella fleiri børnum. Tað vísir ikki stórvegis aðra broyting, enn gongdin í fólkatalinum hesi árini.

"

Hinvegin er ógvisligur munur í kynsbýtinum. Av góðum grundum er tó nøkulunda javnbýtt millum tey, sum eru yngri enn 18 ár, sum eru børnini í hesum húskjunum. Sera fá í aldrinum 18-24 ár eru støk við børnum, og tey eru øll konufólk. Hinvegin so at siga øll í aldrinum 25-54 ár. Her er kynsbýti 90% konufólk og 10% mannfólk.

"

Tvey ella fleiri vaksin við børnum

Í einum triðingi av øllum húskjum búgva tvey ella fleiri vaksin við børnum. Telja vit fólk er hetta stívliga helvtin av øllum fólkinum (53%). Í húskjum við tveimum vaksnum við børnum (myndin vinstrumegin omanfyri) eru tey so at siga øll í aldrinum 25-54 ár (størstiparturin foreldur) og yngri enn 18 ár (tað eru børnini) og . Bara umleið 250 búgva í hesum húskisslagnum í aldursbólkinum 18-24 ár og somuleiðis í eldra aldursbólkinum 55 ár og eldri.

Húskini eru nakað færri í tali, tá tað snýr seg um 3 ella fleiri vaksin við børnum. Aldursbýtið í hesum húskjum er eisini nógv øðrvísi enn í húskjum við tveimum vaksnum við børnum. Í hesum húskisslagi eru børnini eisini munandi færri enn talið av vaksnum. Tað eru nógv fleiri í tí unga aldursbólkinum 18-24 ár, sum eru út við 2.000. Tað kann hugsast, at av hesum vaksnu eru heimabúgvandi børn, sum eru farin upp um 18 ár og tí ikki telja sum børn.

Tvey ella fleiri vaksin við ongum børnum

Húskini við tveimum ella fleiri vaksnum við ongum børnum eru nógv í tali – 39% av øllum, og av fólkatalinum búgva 33% í hesum húskisslagnum.

Her er aftur stórur munur á aldursbýtinum, antin tað eru tvey vaksin (myndin vinstrumegin niðanfyri) ella tað eru trý ella fleiri vaksin (myndin høgrumegin). Tað er eisini stórur kynsmunur í seinna førinum.

Tá ið tað eru tvey vaksin, eru tey stigvíst veksandi í tali frá teim yngstu til tey elstu.

Myndin sær heilt øðrvísi út, tá ið tað snýr seg um trý ella fleiri vaksin, bæði í aldurs- og kynsbýti. Tey eru nógv fleiri í tí yngsta aldursbólkinum 18-24 ár. Nógv flest eru í aldursbólkinum 25-54 ár. Síðani eru tey færri og fækkandi í teimum eldru aldursbólkunum. Merkisverdur er her tann stóri kynsmunurin á aldrinum 25-54 ár, har tað eru meir enn 2.200 mannfólk samanborið við stívliga 1.300 konufólk. Tað kann hugsast, at nógv í hesum aldursbólkinum eru heimabúgvandi børn, sum eru farin upp um 18 ára aldur, og tí telja sum vaksin, og er sjónligt, at hesi serliga eru mannfólk.

"

Hvussu nógv fólk búgva í miðal í hvørjum húski?

Tá vit samanbera talið av húskjum í hvørjum húskisbólki við talið av fólki í somu bólkum fá vit eina miðalstødd, tað vil siga eitt miðaltal av fólki í hvørjum húskisbólki sær.

Sumt er sjálvsagt, at tað eru eitt og tvey fólk í húsi í bólkunum ein vaksin uttan børn og tvey vaksin uttan børn.
Annars er merkisvert, at í bólkinum ein vaksin við børnum er miðaltalið 2,7 fólk. Tað vil siga, at hesir støku forsyrgjararnir í miðal hvør hava 1,7 børn ella nærri tveimum børnum hvør.

Í bólkinum tvey vaksin við børnum eru 4,2 fólk, tað vil siga gott og væl tvey børn í hvørjum húski. Í bólkinum trý ella fleiri vaksin uttan børn eru 3,4 fólk. Í miðal eru flest fólk í bólkinum trý ella fleiri vaksin við børnum, nevnliga 5,3 fólk. Vert er at viðmerkja, at umleið ein fjórðingur av øllum fólkinum býr í hesum húskisslagnum.

"

Húski og fólkatal

Húskini eru persónar sum 31. desember í árinum hava sama skrásettan bústað (adressu) í landsfólkaskránni. Fólk á stovni ella á felagsbýli eru ikki tald við. Soleiðis er ikki talan um alt fólkatalið, men kortini eru nærum øll, t.v.s 99,2% av fólkatalinum, við í uppgerðini.

Harumframt er eisini kravt, at minst ein persónur í húskinum skal hava havt skattskyldu alt árið. Hendan avmarkingin kemur av, at uppgerðin av húskjunum er ein partur av inntøkuuppgerðini hjá Hagstovuni.

2009 og 2019

Uppgerðin fevnur um árini frá 2009, tá tann fyrsta av hesum slagnum varð gjørd, og til 2019, sum er tann nýggjasta inntøkuuppgerðin. Greinin lýsir fyrsta og síðsta árið í uppgerðartíðarskeiðnum

Ein vaksin og eitt barn

Ein vaksin er her allir persónar, sum eru 18 ár og eldri. Børn eru tey sum eru yngri enn 18 ár.