Útflutningur av vørum
16. feb 2021
Útflutningurin av fiskavørum minkaður 1,2 mia. kr.

Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1,2 mia. kr. í 2020 í mun til 2019. Í nøgd var minkingin 1%.

Tað er minking í flest øllum vørubólkum og í virði er tað serliga minkingin av útfluttum laksi sum ger mun. Har er minkingin yvir 700 mió. kr. Útflutningurin av toski er minkaður góðar 300 mió. kr. og av sild er minkingin 120 mió. kr.

Vit útfluttu makrel fyri næstan eina mia. kr. Í virði vaks útflutningurin 2% og í nøgd var vøksturin 12%.

[px-graph-1]

 

[px-graph-2]

 

PX Web Graph News