19. Mai 2023
KT-mennari til Hagstovu Føroya

Menningin av nýggjum hagtalsøkjum heldur á, og vit søkja nú eftir einum KT-mennara aftrat. Saman við tær verða vit seks fólk í KT-toyminum.

Vit byggja okkara skipanir eftir altjóða hagstovuleisti, so hagtølini um føroyska samfelagið verða framleidd við altjóða góðsku so smidliga, sum til ber. 

Python, R, C# og SQL Server er kjarnin í okkara KT-skipanum. Brúkaraflatur verða mentar í ávíkavist React.js og Python. 

Menning av hagtalsframleiðslu fevnir um innheintan av dátum, dátuviðgerð, greining og útgávu. Tín leiklutur verður millum annað at forrita transformatión av rádátum frá ymsum keldum til struktureraðar hagfrøðiligar dátur og at byggja skipanir til viðgerð av dátum. 

Arbeiðið er skipað í tøttum samstarvi við starvsfólkini á Hagdeildini, sum hava hagfrøðiligu ábyrgdina av hagtølunum.

Vit brúka agilan arbeiðsleist til uppgávustýring.

Um teg 

Vit ímynda okkum, at tú hevur útbúgving innan KT, t.d. verkfrøði, cand.merc.it ella datalogi. Nýútbúgvin eru eisini vælkomin at søkja.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við at forrita í Python, SQL, C# og R, ella líknandi forritanarmálum. Tað er somuleiðis ynskiligt, at tú kennir til git versiónstýring.

Fyrstu tíðina lærir tú at menna eftir tí leisti, sum verður brúktur til hagtalsframleiðslu. Tað hevur týdning, at tú ert ein pragmatiskur liðspælari og trívist væl at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta, at tú dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga. Tú ert fyrikomandi, forvitin, spyrt tá tú ikki veitst, dámar væl fakligar avbjóðingar og ert opin fyri áhaldandi førleikamenning.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt starv, har tú fært møguleika at menna KT-skipanir, sum taka pulsin á føroyska samfelagnum. Tú fært góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning. Tú verður partur av einum royndum og dugnaligum toymi á KT-deildini, sum hevur ábyrgdina at menna KT-skipanir til hagtalsframleiðslur. Starvið gevur harumframt eitt altjóða útsýni við tætta samstarvinum, sum vit hava við hagstovurnar í londum kring okkum.

Vit leggja dent á góðar arbeiðsumstøður, soleiðis at tú fært hugsavnað teg um at menna – uttan óneyðugt órógv. Nýumvældu og opnu hølini hjá Hagstovuni við tvímans-skrivstovum eru sniðgivin til endamálið. Vit hava felags matstovu saman við hinum fakstovnunum í bygninginum.

Lønin er sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Hevur tú spurningar um starvið, løn ella onnur viðurskifti, kanst tú venda tær til Egil Hofgaard, leiðara á KT-deildini, á 352807 ella egil@hagstova.fo.

Umsóknin skal vera Hagstovuni í hendi í seinasta lagi sunnudagin 4. juni 2023. Umsóknin skal sendast til starv@hagstova.fo.

Stutt um Hagstovuna

Hagstovan tekur pulsin á føroyska samfelagnum og hevur hagfrøðiligu vitanina um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagtøl geva innlit og vitan at taka avgerðir, granska og kjakast, og er ein týðandi grundarsteinur í einum framkomnum fólkaræði.

Persónlig og faklig menning eru fyritreyt fyri ein vælvirkandi stovn, og tí leggja vit stóran dent á at menna førleikarnar hjá starvsfólkunum og leiðarunum. Vit stimbra eina mentan, har dentur verður lagdur á dygd, samstarv og álit.

Á Hagstovuni starvast um 20 fólk.