Útflutningur av vørum
20. nov 2019
Nýggjastu tølini vísa aftur vøkstur í útflutninginum

12-mánaðarskeiði okt. 2018 til sep. 2019 útfluttu vit fyri beint oman fyri 9 mia. kr. Tað er ikki hent fyrr at árligi útflutningurin er farin uppum 9 mia.

Samanborið við árið frammanundan er talan um vøkstur á eina mia. kr.

Toskaútflutningurin er vaksin góðar 300 mió. kr og útflutningurin av makreli er vaksin 350 mió.

Tað er framvegis laksur vit útflyta mest av og har er vøksturin omanfyri hálva mia. kr. Av samlaða fiskavøruútflutninginum er laksur 45%.

a

Samlaða útflutta nøgdin av fiskavørum er minkað eitt sindur og er tað serliga tí minni er útflutt av svartkjafti.

Nøgdin av laksi vaks 23% meðan virði vaks 17%. Fyri makrel var vøksturin í nøgd 36% meðan virði vaks 54%.

a