Innflutningur av vørum
18. jun 2024
Innflutningsvirðið minkað 1,6 milliardir krónur
Innflutningurin fyri apríl er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá mai 2023 til apríl 2024 samanborið við undanfarna uppgerðarár.
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 523 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 744 milliónum krónum ella 20,5 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip.
[px-graph-1]
Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til endaliga nýtslu er minkaður 733 milliónir krónur ella sløk 14 prosent.
Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 201,8 milliónir krónur, ella 4,3 prosent. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini ein minking av flutningsvirksemi og líknandi til nýtslu í framleiðsluni. Bólkurin 'Vevnaður, klædnavørur, skógvar" er vaksin við 48,3 milliónum krónum. Hetta fevnir eitt nú um tilfar til trolframleiðslu.
Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum.
[px-graph-2]
Uppsetanin av talvunum fyri innflutning og útflutning eru broyttar. Eitt nú kann bæði inn- og útflutningur veljast í øllum talvum. Somuleiðis kann bæði virði og nøgd veljast í øllum talvum.
Nýggja SITC talvan (UH01026) minnir um gomlu talvurnar (UH01020 og UH01021). Annars eru hesar broytingar:
- Farið verður frá 4. útgávu av BEC til 5. útgávu.
- Fyri fiskavørur brúka vit ISSCFC flokkingina hjá FAO.
- Fiskasløgini fylgja flokkingini MCS (Main Commercial Species) hjá The European Market Observatory for fisheries and aquaculture products (EUMOFA), sum ES nevndin hevur sett á stovn. Harumframt ber í hesi talvu til at síggja, hvussu fiskurin er viðgjørdur og hagreiddur.
Í ISSCFC eru nógvar vørur og tískil ber til at leita tær vørur fram, brúk er fyri. Leitast kann eftir kotum og teksti.
Í løtuni er alt ikki umsett til føroyskt. Haldið okkum til góðar. Í ISSCFC talvuni ber til at leita á enskum. Ætlanin er, at alt við tíðini verður umsett til føroyskt.