Brúkaraprístal
24. mar 2025
Prísvøksturin er nú 1,3 prosent

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri prísvøkstur í Føroyum, sum eisini verður nevnt inflatión. Nýggjasta uppgerðin er fyri februar í ár.
[px-graph-8]
Prísirnir eru hækkaðir 1,3 prosent frá februar í 2024 til februar í 2025. Prísirnir hækka við lægri ferð, enn teir hava gjørt seinastu fýra árini. Tó er árligi prísvøksturin fyri februar í 2025 nakað størri enn árligi prísvøksturin var til seinastu uppgerð av brúkaraprístalinum, sum var í november í 2024 — tá var hann 0,8 prosent.
[px-graph-1]
Misjøvn prísgongd
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum telja 'matur og drykkjuvørur' mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Tað eru eisini prísirnir á mati, sum toga prísvøksturin upp.
Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, ið tálma prísvøkstrinum. Prísirnir á klæðum og skóm eru lækkaðir 2,7 prosent seinasta árið. Somuleiðis eru prísirnir á útreiðslunum til býli lækkaðir 0,9 prosent seinasta árið. Prísirnir á 'heilsu', 'flutningi' og 'útbúgving' eru lækkaðir eitt lítið vet.
[px-graph-2]
Prísirnir á møblum, búnýti, tubbaki eru hækkaðir nakað. Eitt nú foreldragjald í dagstovnum er eisini hækkað.
Dýrari kaffi, smør og kjøt
Matvørurnar dýrka framvegis. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir sløk fimm prosent í februar 2025 samanborið við sama mánað árið fyri.
[px-graph-3]
Tá hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at tað serliga eru kjøtvørur, ið eru dýrari. Prísvøksturin á kjøti er góð níggju prosent. Av kjøtvørum er tað lambskjøt, sum er dýrkað mest, men svínakjøtið er eisini dýrkað. Hinvegin er prísurin á flogfenaði lækkaður nakað seinasta árið. Prísirnir á smøri eru somuleiðis hækkaðir — vøksturin er góð tíggju prosent. Mjólk, ostur og egg er dýrkað 3,3 prosent.
[px-graph-4]
Eisini hava søtu mat- og drykkjuvørurnar havt prísvøkstur seinasta árið. Sjokuláta og góðgæti er meir enn fýra prosent dýrari nú enn í februar í 2024. Kaffi er dýrkað næstan ellivu prosent.
Prísirnir á útreiðslum til býli lækka
Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal lækkaðir 0,9 prosent frá februar í 2024 til februar í 2025.
[px-graph-7]
Miðalrentan er lækkað góð átta prosent seinasta árið, og tað togar prísvøksturin niður. Fjarhita- og brennioljuprísurin eru lækkaðir eitt lítið vet sammett við februar í 2024. Hinvegin er prísurin á húsaleigu hækkaður átta prosent.
[px-graph-9]
Elprísurin í Føroyum hevur verið óbroyttur seinasta árið. Elprísurin sveiggjar nógv í londunum kring okkum. Her skilir prísgongdin í Føroyum seg frá gongdini við elprísunum úti í heimi. Tað er ein av orsøkunum til, at prísvøksturin í Føroyum ikki neyðturviliga er á sama stigi, sum í øðrum londum. Seinastu fimm árini er elprísurin í ávikavist Íslandi og Danmark hækkaður 44 prosent, meðan elprísurin í Føroyum er hækkaður 17 prosent. Í Noregi er elprísurin hækkaður heili 84 prosent hetta tíðarskeiðið.
[px-graph-9]
Lakari prísvøkstur enn í ES-londunum
Árligi prísvøksturin í Føroyum er lakari enn miðalprísvøksturin fyri ES-lond, sum er 2,8 prosent. Prísvøksturin í Finnlandi er enn lakari — hann er 0,5 prosent. Prísvøksturin í Svøríki er á sama stigi sum í Føroyum, 1,3 prosent. Prísvøksturin í Danmark er 2,0 prosent. Størstur er prísvøksturin í Íslandi, har hann er 4,2 prosent. Í Noregi er prísvøksturin 3,6 prosent.
[px-graph-6]
Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við.
Stutt um brúkaraprístalið og prísvøkstur
Prísvøkstur ella inflatión er eitt mát fyri, hvussu nógv brúkaraprístalið er hækkað. Brúkaraprístalið mátar prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Tað merkir, hvussu nógv húsarhaldini skulu rinda fyri tær vørur og tænastur, sum tey keypa. Um árligi prísvøksturin er fimm prosent, so skal ein rinda 105,- krónur fyri at keypa somu vørur og tænastur, sum ein kundi keypa fyri 100,- krónur árið frammanundan.
Tá prísvøksturin er stórur, verður peningurin í roynd og veru minni verdur, tí tú fært færri vørur og tænastur fyri somu upphædd. Tað merkir, at keypiorkan hjá húsarhaldunum minkar, um inntøkan ikki veksur eins nógv.
Prísirnir á vørum broytast ymiskt yvir tíð, og vektargrundarlagið er avgerandi fyri, hvussu stóra ávirkan prísbroytingarnar í teimum ymsu vørubólkunum hava á brúkaraprístalið.
Hagstovan ger mánaðarliga uppgerð av brúkaraprístalinum fýra ferðir árliga – í februar, mai, august og november. Uppgerðin verður gjørd eftir altjóða leisti, sum ger tað møguligt at bera saman prísbroytingar við uppgerðir av prísbroytingum hjá øðrum londum, ið framleiða brúkaraprístalið eftir sama altjóða leisti.
Tað finnast eisini onnur vísitøl fyri prísgongd, m.a. fyri vørur og tænastur framleiddar til annað enn endaliga húsarhaldsnýtslu og tann sonevndi BTÚ-deflatorurin, ið er mát fyri samlaðu prísgongdina á øllum vørum og tænastum framleiddar í einum búskapi. Brúkaraprístalið er sostatt eitt av fleiri mátum fyri inflatión í einum búskapi.