Útflutningur av vørum
16. mar 2021
Útflutningurin minkaður nógv seinasta árið
Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1,4 mia. kr. 12-mánaðarskeið (feb. 20 - jan. 21) samanborið við undanfarna skeið.

Útflutningurin í januar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.
Tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum.
Minkingin av útfluttum laksi er yvir 700 mió. kr. Tað er ein minking á 18%. Nøgdin minkaði góð 8%.
Útflutningurin av toski er minkaður næstan 400 mió. kr.
[px-graph-1]
[px-graph-2]