Treystital
04. jul 2022
Konjunkturbarometrið á sama stigi í juni sum í januar í ár

Treystitalið er á júst sama stigi sum í undanfarnu kanning, sum var beint undan russisku innrásina í Ukraina. Húsarhaldini eru meira stúrin um útlitini enn áður, eins og handilsvinnan og byggivinnan eru ikki eins bjartskygd. Vinnubólkarnir "Tilfeingisvinnan og annar ídnaður" og "Tænastuvinnan", sum hava størst ávirkan á treystitalið, eru hinvegin meira bjartskygdir.

Tað eru fimm spurnakanningarnar til brúkarar og fýra vinnubólkar, ið eru grundarlagið at gera upp konjunkturbarometrið. Tær hava verið gjørdar tvær ferðir árliga síðani 2006. Nýggjastu spurnakanningarnar eru gjørdar í juni.

Í tíðini áðrenn koronufarsóttin rakti fyri góðum tveimum árum síðan, lá treystitalið í lutfalsligari støðugari legu. Treystitalið fall síðan frá 32 til -16 í kanningini á sumri í 2020, ið er størsta fall í barometrinum síðan 2006, tá ið fyrstu kanningarnar av hesum slag vórðu gjørdar. Síðan er treystitalið hækkað aftur og er nú á 29, ið er nærum á sama stigi sum áðrenn koronufarsóttin rakti.

[px-graph-1]

Talvan niðanfyri vísir vísitølini fyri hvørja kanning sær. Til hvørja av hesum fimm kanningunum ber til at finna fram nettotølini í hagtalsgrunninum fyri hvønn einstakan spurning í ymsu kanningunum.

[px-graph-2]

Húsarhaldini gerast varnari

Ávísin fyri húsarhaldini er í hesi kanningini -5, ið er ein minking á 10 stig í mun kanningina í januar. Vit skulu heilt aftur til 2011 fyri at síggja ein lægri ávísa. Brúkarakanningin hevur sostatt víst, at føroyski brúkarin ikki hevur latið seg stórvegis ávirka av koronu, men búskaparstøðan í dag við hægri prísum ávirkar helst húsarhaldini.

[px-graph-3]

Til spurningin um fíggjarligu útlitini hjá húsarhaldinum um eitt ár sammett við í dag, eru húsarhaldini svartskygd. Síðan 2006 hevur nettotalið í miðal verið 0,5 og seinastu umleið 10 árini omanfyri langtíðarmiðal, men er í hesi kanningini lækkað til -15. Tað er bert á sumri í 2008, at nettotalið hevur verið lægri. Tá ið húsarhaldini skoða aftureftir og meta um fíggjarligu støðuna seinasta árið, hevur gongdin í nettotalinum verið ein minking seinasta árið.

Um búskaparstøðuna í Føroyum og útlitini fyri búskapin sum heild komandi árið meta húsarhaldini, at búskaparstøðan um eitt ár er versnað í mun til støðuna í dag. Nettotalið er -25. Á sumri í 2020, tá koronufarsóttin var í hæddini, var nettotalið til henda spurningin -12 og harvið nakað positivari enn til kanningina hesaferð.  

Ikki rætta løtan at gera størri keyp

Tá húsarhaldini verða spurd, um tað verður mett at verða rætta løtan at gera størri keyp av t.d. møblum og elektroniskum lutum, so eru munandi færri hesaferð í mun til kanningina í januar, ið meta, tað verða røttu løtuna. Somuleiðis eru færri, ið meta, at bilur verður keyptur og størri upphæddir verða brúktar til bústaðarábøtur næsta árið í mun til undanfarna árið. At húsarhald í minni mun meta tað vera røttu løtuna at gera størri keyp, ávirkar sostatt útlitini hjá handilsvinnuni og smásøluni.

Spurningarnir og grafar kunnu finnast á síðuni fyri brúkararnar. 

[px-graph-4]

Treystið í handilsvinnu og smásølu lágt

Ávísin fyri vinnubólkin handilsvinna og smásøla lækkar aftur. Um hugt verður yvir longri tíð, sæst, at ávísin fyri handilsvinnuna er lækkaður so líðandi frá 2016. Ávisin hevur seinastu fimm kanningarnar ligið eitt vet undir miðal fyri árini síðan 2006. Hesin vinnubólkurin er í stóran mun veitari av vørum til innlendska marknaðin og húsarhaldsnýtslu. Av tí at húsarhaldini eru vorðin meiri varin, og keypshugurin tykist at verða fallin, ávirkast virksemisgongdin. Handilsvinnan metir tó útlitini komandi árið verða eitt lítið vet betri fyri enn undanfarnu kanningarnar.

Spurningarnir og grafar kunnu finnast á síðuni fyri handilsvinnu og smásølu. 

[px-graph-5]

Tænastuvinnan meira bjartskygd

Koronufarsóttin hevur eyðsæð rakt tænastuvinnuna, ið fevnir um m.a. matstovur, gistingarhús og flutningsfyritøkur, meint. Eftir stóru lækkingina í 2020 er ávisin hækkaður nakað hvørja kanning. Til hesa seinastu kanningina er ávísin hækkaður enn meira. 

[px-graph-6]

Fyritøkur meta gongdina hava verið serliga góða seinasta árið. Til spurningin um væntanir til starvsfólkatørv komandi árið, meta fleiri av fyritøkunum starvsfólkatørvin ikki verða eins stóran.

Spurningarnir og grafar kunnu finnast á síðuni fyri tænastuvinnuna.

Eftirspurningurin eftir vørum frá tilfeingisvinnu og øðrum ídnaði vaksin

Koronutiltøk raktu útlendskar fiskavørumarknaðir meint, sum førdi við sær lutfalsliga stóra minking í útflutningi av fiskavørum og vaksandi goymslur. Nú tykist tó ferð vera komin á aftur tilfeingisvinnuna. 

[px-graph-7]

Í mun til undanfarnu kanning metir vinnubólkurin nú, at fleiri bíleggingar eru enn vanligt, umframt at bíleggingar úr útlandinum eru fleiri í løtuni. Somuleiðis verður roknað við størri framleiðslu næsta árið. Útlendski marknaðarluturin hjá føroysku fyritøkunum tykist at gerast betri og betri. Tó væntar tilfeingisvinnan og annar ídnaður færri bíleggingar komandi árið í mun til vanligt.  

[px-graph-8]

Goymslurnar hava verið undir langtíðarmiðal tríggjar tær seinastu kanningarnar. Hesa ferð svaraðu fyritøkur tó, at goymslan av lidnum vørum í løtuni er eitt vet størri. Finn hetta og onnur nettotøl fyri tilfeingisvinnuna á temasíðuni.

Minni virksemi í byggivinnuni

Í kanningini fyri byggivinnuna svara fyritøkur, at bíleggingarnar í løtuni eru færri enn vanligt. Nettotalið hevur ligið undir langtíðarmiðal síðani á sumri 2019. Árini frá 2014 til 2018 var ávísin fyri byggivinnuna lutfalsliga støðugur og høgur.

[px-graph-9]

Fleiri byggifyritøkur siga seg tó nú ongar framleiðsluavmarkingar hava í løtuni. Ein alsamt størri partur av byggifyritøkunum roknar við, at starvsfólkatørvurin komandi árið verður vaksandi. Byggifyritøkur hava í miðal svarað, at tær hava tryggjað arbeiði næstu 12 mánaðirnar.

Spurningarnir og grafar kunnu finnast á síðuni fyri byggivinnuna.

 

PX Web Graph News
Viðm.: Ávísar (en: indicators) liggja í talstrekkinum frá +100 til -100. Vektir til samanvigaða ávísan, treystitalið, eru: Brúkarar (20%), Tilfeingisvinnan og annar ídnaður (40%), Byggivinnan (5%), Handilsvinnan/smásøla (5%) og Tænastuvinnan (30%)
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Brúkaraávísin er roknaður sum miðal av 4 nettotølum.
Viðm.: Nettotalið liggur í talstrekki frá +100 til -100.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísin er roknaður sum miðal av 3 nettotølum.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísin er roknaður sum miðal av 3 nettotølum.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísin er roknaður sum miðal av 3 nettotølum.
Viðm.: Nettotalið liggur í talstrekki frá +100 til -100.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísin er roknaður sum miðal av 2 nettotølum.