BTÚ og høvuðstøl
14. sep 2020
Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaks 2,6 prosent í 2018

Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum var góðar 19,7 milliardir krónur í 2018. Tað eru 500 milliónir krónur meira enn í 2017 og ein vøkstur á 2,6 prosent, ið er nakað minni vøkstur enn árini frá 2013 til 2017. At vøksturin ikki er eins stórur í 2018 í mun til hesi árini undan skyldast einamest minni virðisøking í alivinnuni.

Havast skal í huga, at talan er um tjóðarroknskaparuppgerð í ársins prísum, og er talan ikki um mát fyri realar broytingar í ymsum støddum, men ein lýsing av ymsum mátum, ið er samansett av prísum og mongdum, eitt uppgerðarár.

"

Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum verður gjørd upp sum virðisøkingin í øllum vinnugreinum samanlagt og við at leggja meirvirðisgjald og aðrar vøruskattir afturat hesum. Talvan niðanfyri vísir virðisøkingina í ársins prísum, skift á vinnugreinabólkar árini 2015 til 2018. 

"

Millum annað sæst fyri fiskaaling, at virðisøkingin meira enn tvífaldaðist úr 803 mió. kr. í 2015 til 1.691 mió. kr. í 2016. Í 2017 minkaði virðisøkingin nakað og lutfalsliga stór minking sæst í 2018 á 301 mió. kr. og 19 prosent. Ein høvuðsorsøk til vøksturin í 2016 var stóri prísvøksturin á laksi á sølumarknaðum, meðan ein høvuðsorsøk til minkingina í 2018 var ein samanseting av lægri prísi og nøgd av útfluttum laksi, umframt øktar útreiðslur í samband við støðugt vaksandi lúsatrupulleikan í 2017 og 2018. Matvøruvirking, sum í stóran mun fevnir um virking av vørum úr fiski til útlendskar marknaðir, hevði eisini eina lutfalsliga stóra minking í virðisøking á góð 8 prosent í 2018 í mun til 2017. Flestu aðrar vinnur hava hinvegin havt størri virðisøking í 2018 í mun til 2017. Av hesum er tað  serliga byggivinnan, sum bæði í 2017 og 2018 tilsamans átti meira enn helmingin av vøkstrinum í samlaðu virðisøkingini hesi bæði árini, ið stendur fyri lutfalsliga størsta vøkstrinum í 2018. Felags fyri hesar vinnur er, at tær í størstan mun framleiða vørur og tænastur til innlendska nýtslu og íløgur. Myndin niðanfyri vísir vakstrarískoytið fyri hesar yvirskipaðu vinnubólkarnar árini 2011 til 2018.

"

Myndin niðanfyri vísir broytingar í býtinum av samlaðu virðisøkingini í fýra yvirskipaðum vinnubólkum árini 1998 til 2018. Síðan umleið 2012 hevur lutfalsliga íkastið frá tilfeingisvinnum og ídnaði, orku og byggivinnu verið vaksandi, meðan virðisøkingin í almennu og privatu tænastuvinnunum er vorðin lutfalsliga minni í samlaðu myndini. Árini 1998 til 2002 var íkastið frá tilfeingisvinnum umleið 20 prosent. Í 2003 minkaði hesin partur niður á støði á umleið 15 prosent, og aftur í 2008 minkaði parturin niður á sløk 12 prosent. Stóri vøksturin í uppsjóvarveiðu og fiskaaling hevur síðan viðført, at lutfalsliga íkastið frá tilfeingisvinnunum árini 2016 til 2018 er á sama støði sum í 1998 . Lutfalsligi parturin hjá ídnaði, orku og byggivinnu minkaði úr góðum 20 prosentum árini 1998 til 2008 niður í 17 prosent árini eftir fíggjarkrepppuna, men er síðan vaksin aftur upp á 20 prosent í 2018. Lutfalsliga íkastið frá almennari fyrisiting og tænastu vaks úr umleið 20 prosentum árini undan 2003 upp á  24 prosent í 2005, og upp á 26 prosent í 2009, men er síðan støðugt minkað aftur niður á 21 prosent í 2018. Síðan 2003 hevur íkastið frá øðrum tænastuvinnum ligið oman fyri 40 prosent og rakk í 2012 upp á 45 prosent, men er síðan minkað aftur niður á sløk 39 prosent í 2018.

"

Harvið er býtið av samlaðu virðisøkingini á hesar yvirskipaðu vinnubólkarnar hesi 20 árini aftur tað sama í 2018 sum í 1998.