Útflutningur av vørum
14. jun 2023
Útflutningurin apríl 2023

Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 1,8 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá mai 2022 til apríl 2023 samanborið við undanfarna skeið.

Útflutningurin í apríl er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið mai 2022 til apríl 2023 samanborið við undanfarna tíðarskeið.

Virðið vaks fyri øll fiskasløg uttan sild, meðan nøgdin samlað minkaði 5%. 

Útflutningur av laksi vaks við 582 milliónum krónum ella 12 prosent. Hinvegin minkaði nøgdin góð 10 túsund tons ella 12 prosent.

Størsti vøksturin er 'Annar fiskur'. Hetta er fyri tað mesta fiskamjøl og fóður tilgjørt úr ymsum fiskasløgum. Útflutningurin vaks 823 milliónir krónur, ella 57 prosent. Í nøgd vaks útflutningurin av øðrum fiskasløgum 28 prosent.

Prísurin á upsa heldur fram at vaksa, meðan prísurin á hýsu hevur hevur verið minkandi seinastu mánaðirnar. 

Útflutningurin av øðrum vørum, fyri tað mesta olja til útlendsk skip, er vaksin 222 milliónir krónur í tíðarskeiðnum. Hetta svarar til 37% vøkstur.

[px-graph-1]

Talvan niðanfyri vísir útflutningin í nøgd frá mai 2022 til apríl 2023 samanborið við undanfarna skeið.

[px-graph-2]

Útflutningurin til Russlands

Útflutningurin til Russlands minkaði nógv á vári í fjør. Nú er útflutningsvirðið á sama støði sum áðrenn februar 2022.

Myndin niðanfyri vísir mánaðarliga útflutningin til Russlands og Evropa. Ein partur av stóra útflutninginum fyrstu mánaðirnar av 2023 stavar frá, at tað er útflutt fyri 125 milliónir krónur av lodnu og skip fyri 60 milliónir krónur.

[px-graph-3]

Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður upp. Í apríl var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 19,8 milliónir krónur. Hetta er á nakað sama støði sum fyri aprílmánaðir undanfarin ár.

Sum sæst á myndini niðanfyri, sveiggjar útflutningurin av uppsjóvarfiski nógv og er ofta lægri í tíðarskeiðnum frá umleið apríl til august. 

[px-graph-5]

Vørubólkurin 'aðrar vørur' fevnir fyri tað mesta um sølu av olju til russisk skip, ið leggja til kei í Føroyum. Í apríl 2023 var útflutt fyri 21,7 milliónir krónur av øðrum vørum. Hóast virðið seinasta árið er nakað hægri enn undanfarin ár, er útflutta nøgdin av brenniolju seinasta árið nakað lægri enn undanfarin ár.

[px-graph-7]

PX Web Graph News