Brúkaraprístal
15. jul 2022
Brúkaraprístalið vaksið 7,3 prosent seinasta árið
Høvuðsorsøkin til broytingina í prístalinum hesa ferð er prísvøkstur á brennievni til at hita býli og brennievni til akfør, eins og við seinastu uppgerðunum undan hesari. Sum nakað nýtt sæst nú eisini stórur prísvøkstur í øðrum vørubólkum sum 'Hotel og matveitarar', 'Samskifti' og 'Klædnavørur og fótbúnaður'.
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið.
Prísirnir fyri mat- og drykkjuvørur, ið er størsti vørubólkurin í vektargrundarlagnum, eru øktir 6,2 prosent.
[px-graph-1]
Stórur vøkstur í prísi á brennievni
Í vektargrundarlagnum er vørubólkurin 'býli' næststørstur. Tað er serliga prísvøksturin á stívliga 21 prosentum á býli, ið er orsøk til hækkingina í prístalinum. Prísurin á brenniolju er øktur 29 prosent eftir einum ársfjórðingi og heili 68 prosent seinasta árið. Hetta er tað, sum ávirkar vørubólkin 'býli'.
[px-graph-2]
Saman við brennievni til upphiting av býli, telur brennievni til akfør lutfalsliga stóran part av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Árligi prísvøksturin í Føroyum á brennievni til akfør er áleið tann sami sum miðalvøksturin í ES-londunum. Tó sæst á myndini niðanfyri, at seinasta ársfjórðingin er prísurin øktur lutfalsliga meiri í Føroyum enn í ES-londunum.
[px-graph-3]
Prísvøkstur sæst eisini í øðrum vøru- og tænastubólkum
Talan er eisini um stórar prísbroytingar fyri at gista á gistingarhúsum. Eftir stóra fallið í prísinum undir koronufarsóttini, tá eftirspurningurin eftir at gista var lítil, er tað síðan sama ársfjórðing í fjør nú vorðið 47 prosent dýrari at gista. Tó hevur hesin vørubólkur lutfalsliga lítla ávirkan á samlaða brúkaraprístalið.
[px-graph-5]
Nú annar ársfjórðingur er gjørdur upp sæst, at prísurin á mati aftur økist. Tó er prísvøksturin á mati lægri enn prísvøksturin á samlaða brúkaraprístalinum. Tá hugt verður at broytingini í brúkaraprístalinum millum tveir ársfjórðingar, skulu vit heilt aftur til tíðina undan fíggjarkreppuni fyri at síggja størri vøkstur.
[px-graph-6]
Lakari vøkstur enn í øðrum londum í Evropa
Tá korona rakti fyri tveimum árum síðan var minni vøkstur í brúkaraprísunum, men meginpartin av 2021 vuksu brúkaraprísirnir aftur í flestum londum. Eftir russisku innrásina í Ukraina vísa uppgerðirnar av brúkaraprístalinum í Føroyum eins og aðrastaðni í Evropa nú metstóran vøkstur. Vit skulu leita aftur til tíðina beint undan fíggjarkreppuni fyri umleið 14 árum síðan fyri at síggja líknandi stóran árligan vøkstur í brúkaraprístalinum.
Í mun til onnur lond, ið vit vanliga sammeta okkum við, so er árligi vøksturin í brúkaraprístalinum upp á 7,3 prosent áleið á sama stigi sum í hinum Norðurlondunum, tó nakað minni.
[px-graph-4]
Í mai var árligi prísvøksturin í Danmark 7,4 prosent og í Noregi 7,5 prosent. Nakað hægri var prísvøksturin í Íslandi og í Finnlandi, sum var 7,6 prosent. Svøríki hevur enn hægri prísvøksur upp á 7,7 prosent. HICP-indeksið (Harmonised Indices of Consumer Prices) hjá ES-londunum er 7,8 prosent.