Gransking og menning
21. Mai 2025
Granska og menna fyri 1,4 prosent av BTÚ

Samlaðu útreiðslurnar til gransking og menning svaraðu til 1,4 prosent av BTÚ í 2023, ella 367 milliónir krónur. Hetta er 0,3 prosentstig minni samanborið við árið frammanundan, tá granskað og ment varð fyri 1,7 prosent av BTÚ.

Gev gætur, at 7. august 2025 er rætting gjørd:
Í brotinum við yvirskriftini "Lægst íløgur í gransking og menning av Norðanlondum" er í upprunaligu greinini frá 21. mai 2025 av misgáum skeiv tøl fyri nøkur Norðurlond. Upprunaliga varð talið fyri Noreg 1,6% (rættað til 1,9%), fyri Danmark 2,9% (rættað til 3,0%), fyri Finnland 3,0% (rættað til 3,1%) og fyri Svøríki 3,5% (rættað til 3,6%). Teksturin er óbroyttur og niðurstøðan tí tann sama, at "Í Føroyum vóru útreiðslurnar til gransking og menning, sum partur av BTÚ, lægri enn í hinum Norðurlondunum í 2023. Soleiðis var eisini í 2022."

Hagstova Føroya kunnger fyri aðru ferð hagtøl um gransking og menning á royndarstigi í samstarvi við Granskingarráðið. Hagtølini eru gjørd eftir altjóða leisti og eru tí altjóða sambærlig. Smærri rættingar eru framdar í hagtølunum fyri 2022.

1,4 prosent av BTÚ

Høvuðshagtalið, ið verður nýtt til at máta virksemið innan gransking og menning, eru samlaðu útreiðslurnar til gransking og menning á royndarstigi. Í Føroyum varð í 2023 granskað og ment fyri 367 milliónir krónur. Tað er 1,4 prosent av BTÚ. 

Í 2022 varð granskað og ment fyri 1,7 prosent av BTÚ í Føroyum. Útreiðslurnar til gransking og menning í 2023 eru sostatt minkaðar 0,3 prosent-stig ella 52 milliónir krónur. BTÚ er vaksið 6,7% í ársins prísum sama tíðarskeið, sum eisini hevur ávirkan á gongdina.

Árlig sveiggj eru í útreiðslunum til gransking og menning, tí økið ofta er myndað av stórum verkætlanum hjá fáum stovnum og fyritøkum.

[px-graph-4]

Lægst íløgur í gransking og menning av Norðanlondum 

Í Føroyum vóru útreiðslurnar til gransking og menning, sum partur av BTÚ, lægri enn í hinum Norðurlondunum í 2023. Soleiðis var eisini í 2022. Í Noregi vóru útreiðslurnar 1,9 prosent av BTÚ, í Íslandi 2,6 prosent, í Danmark 3,0 prosent, í Finnlandi 3,1 prosent og í Svøríki 3,6 prosent. Í øllum Norðurlondunum eru útreiðslurnar til gransking og menning í mun til BTÚ eitt vet hægri í 2023 í mun til 2022.

Vinnufeløg eiga tveir triðingar av útreiðslunum

Útreiðslurnar til gransking og menning minkaðu við 20,9 prosentum hjá privatum vinnufyritøkum í Føroyum. Útreiðslurnar hjá almenna geiranum og hægri útbúgvingarstovnum vuksu hinvegin samanlagt við 13 prosentum.

Hóast útreiðslurnar í privata geiranum eru minkaðar, stendur privati geirin fyri meira enn tveimum triðingum av útreiðslunum til gransking og menning. Vinnufeløg granska fyri 0,9 prosent av BTÚ, meðan almenni geirin og hægri útbúgvingarstovnar granska fyri ávikavist 0,3 prosent og 0,2 prosent av BTÚ.

[px-graph-3] 

Tænastuvinnan eigur nú størstu útreiðslurnar

Fyritøkur og stovnar í tænastuvinnuni eiga 58 prosent av útreiðslunum til gransking og menning, meðan tilfeingisvinnan eigur 33 prosent og framleiðsluvinnan 9 prosent.  Hetta er ein broyting í mun til 2022, tá tilfeingisvinnan stóð fyri meira enn helminginum av útreiðslunum til gransking og menning í Føroyum.

Tænastuvinna fevnir um smá- og heilsølu, gisting og matstovuvinnu, flutnings- og goymsluvinnu, kunning og samskifti, banka- og tryggingarvirksemi, fastognaumsiting og húsarúm, leasing og útleiga, almenn fyrisiting o.a., undirvísing, heilsuverk og sosialar fyriskipanir, umframt aðrar tænastur.

Tilfeingisvinna fevnir um fiskiveiðu, aling og aðra tilfeingisvinnu, meðan framleiðsluvinna fevnir um matvøru- og njótingarevnaídnað, annan ídnað, orku- og vatnveiting og byggivinnu.

[px-graph-3]

252 ársverk granska og menna

Tað vóru tilsamans 252 ársverk, sum granskaðu og mentu í 2023. Kynsbýtið av granskarum er 57 prosent menn og 43 prosent kvinnur.

Menn eru í 80 prosent av teknisku størvunum, meðan eins nógvar kvinnur og menn eru vísindalig hjálparfólk.

[px-graph-4]

Allýsingar

Gransking og menning
Gransking og menning á royndarstigi (G&M) (en: research and experimental development) er skapandi og skipað arbeiði, hvørs endamál er at skapa nýggja vitan og at finna nýggjar hættir at brúka tøka vitan.
Allar fimm høvuðstreytir skulu lúkast, fyri at virksemi skal metast at vera gransking og menning á royndarstigi:
1. Nýtt: miðar eftir at skapa nýggja vitan.
2. Skapandi: grundað á nýggj hugtøk, uppskot ella vísindalig ætl (hypotesur). Sostatt eru regluligar mannagongdir sum t.d. dagføringar og viðlíkahald av ritbúnað ikki G&M-virksemi.
3. Óvist: tá ið farið verður undir eina G&M-verkætlan, ber ikki til at gera greiðar niðurstøður viðvíkjandi úrsliti ella kostnaði frammanundan.
4. Skipað: verður útint á ein skipaðan hátt, har bæði tilgongd (en: process) og úrslit verða skrásett. Verkætlanin skal hava eitt greitt endamál og fígging skal vera eyðmerkt og tøk.
5. Endurskapan: verkætlanin skal vera skjalfest til egna ella almenna nýtslu, soleiðis at hon møguliga kann endurtakast av øðrum granskarum og geva sama úrslit.

GERD er samlaðu innlendis útreiðslurnar til gransking og menning (en: gross domestic expenditure on R&D). GERD – serliga GERD, sum %-partur av BTÚ – er høvuðsávísin fyri altjóða samanbering av gransking og menning.

GERD fevnir um samanløgdu útreiðslurnar fyri alla gransking og menning, ið er framd innanlands í ávísum tilvísingarskeiði. T.e. allar útreiðslur fyri gransking og menning, ið er framd í teimum fýra geirunum, eisini við útlendskari fígging (frá uttanlandsgeiranum). Hinvegin fevnir GERD ikki um G&M, ið er framd uttanlands, hóast hendan kann vera framd av føroyskum granskarum ella við føroyskari fígging.

Einans gransking og menning, ið er fram innanveggja (en: intramural), tað vil siga av eindini sjálvari er tald við. Fígging og keyp av gransking og menning (en: funding for and extramural R&D), verður ikki tald við. Soleiðis verur tryggja at onki verður talt við tvær ferðir.

% av BTÚ

Útreiðslur til G&M, sum %-partur av bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum

BTÚ er mát fyri virðið á framleiðsluni í landinum eitt ávíst tíðarskeið. Framleiðslan er sett saman av tilfarsnýtslu, arbeiðsmegi og framleiðslutólum, og burtur úr henni fáast vørur og tænastur av øllum slag.

BTÚ gjørt upp í ársins prísum merkir, at BTÚ er mátað í teimum prísum, sum keypt og selt er fyri í ávísa árinum. 

PX Web Graph News