Arbeiðsfjøld
04. mar 2021
Føroyska arbeiðsfjøldin tann virknasta í Europa, fyri kvinnur og menn, ung og eldri

Av teim 37.700 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru 31.800 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Hetta svarar til 84%. Uttan fyri vinnu eru 5.900 fólk í hesum aldri, svarandi til 16%. Hetta er størsti vinnutíttleikin samanborin við onnur lond í Europa.

Arbeiðsfjøld er eitt altjóða mát, sum telur partin av fólkinum millum 15-74 ár, ið kann veita arbeiðsmegi.

Vinnutíttleikin, ið er arbeiðsfjøldin í % av fólkatalinum, er 84,3%, roknaður fyri bæði kyn. Hjá monnum er vinnutíttleikin 86,1% og hjá kvinnum við 82,4%.

Samanborið við onnur lond er vinnutíttleikin í Føroyum tann størsti í Europa, bæði hjá kvinnum og monnum, við Íslandi næst aftanfyri.

"

Síðstu 5 árini er arbeiðsfjøldin vaksin við stívliga 2.000 fólkum. Vøksturin hesi árini er javntbýttur millum kynini við umleið 1.000 fólkum hjá hvørjum. Eisini í koronu-árinum 2020 var ein lítil vøkstur.

"

Hetta er eitt av høvuðsúrslitunum av arbeiðsfjøldarteljingini, sum Hagstova Føroya gjørdi í november í fjør. Nógv fleiri og útgreinað úrslit eru at finna í hagtalsgrunninum. Aftast í hesi grein er stutt frágreiðing um arbeiðsfjøldarteljingina og um rætting í hagtølum av teimum arbeiðsleysu í arbeiðsfjøldini 2016-2019.

Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum.

Í talvuni niðanfyri sæst arbeiðsfjøldin og vinnutíttleikin í høvuðsøkjum kring landið. Sum heild er vinnutíttleikin javnt stórur um alt landið. Í tali er arbeiðsfjøldin av góðum grundum størst í Suðurstreymi, har mesta fólkið býr. Í mun til fólkatalið er hon javnt størst í Norðstreymi og í Suðurstreymi við 84%, í Norðoyggjum við 83% og í Eysturoy við 81%. Síðani í Suðuroy við 80%, Vágum  við 79%, og Sandoyarøkinum við 78%.

Til altjóða samanberingar er vinnutíttleikin í øllum økjum í Føroyum væl omanfyri títtleikan í Europa annars.

"

Eftir kyni er vinnutíttleikin hjá monnum størstur í Vágum við 89% og minstur í Sandoy 75%. Hjá kvinnum er hann størstur í Suður- og Norðstreymi við 84% og minstur í Sandoyar øki við 78%.

Til samanberingar er vinnutíttleikin í Danmark og í Bretlandi um 70%.

"

Føroyski vinnutíttleikin framvegis størstur í Europa

Vit hava sæð tað eisini í undanfarnu kanningum, at í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Europa. Einans í Íslandi er hon næstan líka stór. Tað verður eisini váttað við uppgerðini hesaferð.

Á myndini niðanfyri eru Føroyar samanbornar við 35 onnur lond í Europa, sambært hagtalsgrunninum hjá Eurostat.

Tá vit samanbera úrslitini fyri bæði kyn tilsamans, eru Føroyar fremst við einum vinnutíttleika á 84% og síðani Ísland við 81%. Síðan er eitt glopp niður til Sveis við 76% og Svøríki við 74.

Miðaltalið fyri tey 27 ES-limalondini (Bretland frároknað) er 64%. Lægstur er vinnutíttleikin í Turkalandi og Italia við 53-56%.

Hjá monnum eru Føroyar á odda við 86% og síðani Ísland við 85%. Í Danmark er talið 74%. ES-miðaltalið er 70%. Lægstur er vinnutíttleikin hjá monnum í Kroatia, Belgia, Fraklandi og Italia við 64-66%.

Hjá kvinnum er vinnutíttleikin nógv størstur í Føroyum við 82%, síðani í Íslandi við 77%. Í Danmark er hann 66%, og ES-miðaltalið er 58. Lægsti vinnutíttleikin hjá kvinnum er í Turkalandi við 34% og Italia við 47%.  

Samanumtikið sæst, at í øllum øðrum londum enn í Føroyum er vinnutíttleikin hjá kvinnum munandi lægri enn hjá monnum. Í Føroyum eru bara 4%-stig á muni, 8% í Íslandi eins og í Danmark 8% og í miðal fyri tey 27 ES-londini er munurin 12%-stig. Nógv størsti kynsmunurin er í Turkalandi við 72% hjá monnum men bert 34% hjá kvinnum.

"

Vinnutíttleikin stórur frá teim yngstu til tey elstu

Bæði hjá monnum og kvinnum er ein tann størsti munurin millum Føroyar og Ísland og hini londini, at tey ungu í hesum báðum londum eru nógv meira vinnuliga virkin enn aðrastaðni, og at tey eldru eru nógv longri vinnuliga virkin enn aðrastaðni.

Bæði í Føroyum og Íslandi eru tey ungu longu áðrenn 20-ára aldur uppi á umleið 70-75% í vinnutíttleika, samanborið við 50% í Danmark og um 20% í ES-londunum sum heild.

Enn størri er munurin hjá teimum eldru. Tá tað snýr seg um tey elstu 65-74 ára gomlu eru Føroyar í serstøðu við einum vinnutíttleika á 50%, í Íslandi út við 35% meðan hann er niðri á 10%-15% í Danmark og ES-londunum sum heild.

Eisini skilja føroysku kvinnurnar seg burturúr, har tær í aldursbólkunum frá 35 árum og allan vegin fram eru langt oman fyri kvinnurnar í hinum londunum í vinnutíttleika, t.d. við meir enn 95% í aldursbólkinum 45-55 ár. Haraftrat við 45% í aldursbólkinum 65-74 ár, samanborið við eini 10% hjá kvinnum í Danmark og í miðal fyri ES-londini.  

"

"

 

"

Um arbeiðsfjøldarteljingina

Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.

Arbeiðsfjøldin er gjørd upp við fullari teljing burtur úr almennum skráum, so sum landsfólkaskránni, samtíðarskattaskipanini, skattaendaskránni, mvg-skránni, arbeiðsloysisskipanini, og veitingar- og studningsskráum í almanna- og undirvísingarverkinum.

Haraftrat er ein spurnarkanning á umleið 1.000 stakroyndir gjørd millum teirra, ið ikki vóru at finna í almennu skráunum. Teljingin og spurnarkanningin fevnir um fastbúgvandi føroyingar í aldrinum 15-74 ár. Øll, ið høvdu meira enn 1 tíma vinnuligt arbeiði í kanningartíðarskeiðinum eina viku í november, verða flokkað sum arbeiðsvirkin, eisini um arbeiðið var ólønt. Tey sum einki arbeiði hava, verða bert flokkað sum arbeiðsleys, um tey eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri 2 vikur. Tey, sum hvørki hava arbeiði ella eru arbeiðsleys, verða flokkað sum vinnuliga óvirkin.

 

Rættingar fyri arbeiðsleys í arbeiðsfjøldini 2016-2019

Arbeiðsfjøldin telur arbeiðsvirkin og arbeiðsleys í Føroyum. Í eftirkanningini av hagtølunum til arbeiðsfjøldina í 2020 er komið fram, at uppgerðin av teimum arbeiðsleysu frá 2016-2019 ikki hevur verið rættvísandi. Tað hevur tí verið neyðugt at rætta uppgerðirnar hesi árini. Tað er orsøkin til, at arbeiðsfjøldaruppgerðin er seinkað ein góðan mánað.

Í 2016 varð nýggj arbeiðsloysisskrá tikin í nýtslu, sum telur tey skrásettu arbeiðsleysu í Føroyum. Ein feilur í skipanini, sum ger árligu arbeiðsfjøldina upp, hevur havt við sær, at gamla arbeiðsloysisskráin hevur virkað sum grundarlag undir uppgerðini av arbeiðsleysum í arbeiðsfjøldini.

Hetta er nú broytt og eftirkannað, so tey arbeiðsleysu nú verða tald upp við støði í nýggju skránni. Hetta hevur einans ávirkað uppgerðina av teimum arbeiðsleysu í arbeiðsfjøldini. Mánaðarligu arbeiðsloysistølini byggja á nýggju skránna.

Arbeiðsleys 15-74 ár:
2019: Frá 547 til 400
2018: Frá 648 til 557
2017: Frá 764 til 745
2016: Frá 1.084 til 1.033

Arbeiðsfjøldin 15-74 ár er rættað:
2019: Frá 31.667 til 31.607
2018: Frá 31.132 til 31.028
2017: Frá 29.912 til 29.885
2016: Frá 29.625 til 29.610