Smásøluvísitøl
09. jan 2023
Mongdin av seldum mati og alkoholfríum drykkjuvørum lækkað 9%

Prísvøksturin seinasta árið hevur ávirkað smásøluna í Føroyum. 3. ársfjórðing 2021 til 3. ársfjórðing í fjør minkaði selda mongdin fyri vørubólkin ‘matur og alkoholfríar drykkjuvørur’ 9%. Fyri ávikavist ‘húsbúnað og húsarhaldsútgerð’ og ‘klædnavørur og fótbúnað’ minkaði selda mongdin 13 og 15%.

Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørdur upp fyri 3. ársfjórðing í fjør. Tølini eru býtt á vørubólkarnar 'matur og alkoholfríar drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'.

Hagstova Føroya hevur áður borið tíðindi um, at frá 3. ársfjórðingi 2021 til 3. ársfjórðing í fjør vaks brúkaraprístalið 8,8%. Hetta er størsti árligi prísvøkstur í 40 ár. Prísvøkstur hevur stóra ávirkan á keypsorkuna hjá fólki og í Føroyum er onki undantak.

Prísir á 'mati og alkoholfríum drykkjuvørum' eru hækkaðir 10% frá 3. ársfjórðingi í 2021 til 3. ársfjórðing í fjør. Verður umsetningurin gjørdur upp í ársins prísum, er umsetningurin áleið tann sami 3. ársfjórðing í fjør sum 3. ársfjórðing 2021. Um vit draga prísvøksturin frá, so fáa vit virðið fyri umsettu mongdina t.v.s. mongdina av seldum vørum, kallað 'umsetningurin máldur í føstum prísum'. Umsetningurin máldur í føstum prísum á 'mati og alkoholfríum drykkjuvørum' var 9% lægri 3. ársfjórðing í fjør í mun til sama tíðarskeið í 2021. Hetta vil siga, at hóast virðið á umsetninginum er tað sama, so er mongdin av seldum vørum lækkað 9%. 

[px-graph-1]

Slaka sølan samanborin við undanfarin tíðarskeið heldur eisini fram fyri 'húsbúnað og húsarhaldsútgerð'. Prísir á 'húsbúnaði og húsarhaldsútgerð' hækkaðu 11% frá 3. ársfjórðingi í 2021 til 3. ársfjórðing í fjør. Umsetningurin í ársins prísum hetta tíðarskeiðið lækkaði 3%. Umroknað til fastar prísir lækkaði umsetningurin hetta tíðarskeiðið 13%.

[px-graph-2]

Í vørubólkinum 'klædnavørur og fótbúnaður' er sølan eisini merkt av príshækkingum. Prísir á 'klædnavørur og fótbúnaður' hækkaðu 6% frá 3. ársfjórðingi í 2021 til 3. ársfjórðing í fjør. Umsetningurin í ársins prísum hetta tíðarskeiðið lækkaði 10%, meðan umsetningurin í føstum prísum lækkaði 15%.

[px-graph-3]

 

Orðalýsingar:

  • Ársins prísir (eisini nevnt nominellir prísir) er uppgerð við støði í teimum prísum, ið eru galdandi fyri tað tíðarskeiðið, ið uppgerðin fevnir um.
  • Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.
  • Fastir prísir merkir, at uppgerðin er reinsað fyri prísvøkstur. Á henda hátt ber til at meta um gongdina í nøgdini av seldum vørum og tænastum.
  • Trendurin lýsir rákið í máldu tølunum, reinsað fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar
  • Vísital lýsa prosentvísu broytingina frá einum ári til annað við einum støðisári, ið verður sett til 100. Munurin millum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
PX Web Graph News