Løn (A-skattað)
15. Mai 2025
13 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 5,7 prosent

Góðar 700 milliónir krónur, ella 5,7 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá mai 2024 til apríl 2025 enn undanfarnu 12 mánaðirnar.
[px-graph-2]
Gongdin vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini. Hetta sæst við at hyggja eftir trendinum.
[px-graph-1]
Vøksturin størri undir almennum ræði
Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. Seinastu 12 mánaðirnar áttu kvinnur 39 prosent av samlaðu lønunum. Hetta er eitt lítið prosent hægri enn í undanfarna tíðarskeiði.
[px-graph-2]
Av samlaða vøkstrinum á góðar 700 milliónir krónur, áttu kvinnurnar 53 prosent við 372 milliónum krónum. Av hesum áttu kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, 331 milliónir krónur.
Samlaða útgoldna lønin hjá kvinnum var næstan 8 prosent hægri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hjá monnum var lønin 4,5 prosent hægri.
Størsti vøkstur er hjá kvinnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði. Tær fingu 10,7 prosent meira í lønarkrónum seinastu tólv mánaðirnar samanborið við undarnfarna tíðarskeið.
[px-graph-3]
Lønarkrónurnar minkaðar í uppsjóvarveiðu
Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við 12 mánaðirnar frammanundan.
Á ovasta stigi hava allar vinnugreinirnar havt ein vøkstur í útgoldnum lønum. Verður "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða" víðari útgreinað, sæst at stór minking er í uppsjóvarveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru 82 milliónir ella 13 prosent minni seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Gev gætur, at frá februar í 2025 eru lønir í Tórshavnar Kommunu nærri sundugreinaðar. Eldraøkið í Tórshavnar Kommunu er nú flutt úr vinnugreinini "O Almenn umsiting og verja" yvir í vinnugreinina "Q Heilsu- og almannaverk" í undirbólkin "Q87 Røktarvirksemi á bústovnum". Hetta førir við sær eitt brot í dátunum, sum ger, at hesar nevndu vinnugreinarnar ikki eru sambærligar tvørtur um dátubrotið áðrenn og eftir februar í 2025.
[px-graph-5]
Størsti vøkstur í Sandoyar øki
Niðanfyri sæst prosentmunur í útgoldnum lønum seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið býtt á bústaðarøki. Sandoyar øki hevur havt størsta vøkstur við 11,7 prosentum. Suðuroyar øki hevði minsta vøkstur við 3,8 prosentum.
Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.
[px-graph-4]
Miðallønin hjá kvinnum fjórðingur lægri
Í apríl var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 37,529 krónur. Hetta eru sløk 9 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Grafurin niðanfyri vísir miðallønina býtt á kyn. Í apríl fingu kvinnur 31,640 krónur í miðal, sum er 26 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 42,957 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin 9,3 prosent hægri hjá monnum og 8 prosent hjá kvinnum. Gev gætur, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tá miðallønin verður roknað. Hon verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn.
[px-graph-7]
Um lønarhagtølini
Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat.
Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald.
Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands.
Broyting í hagtølunum í 2024
Í fyrru helvt av 2024 varð arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av lønarhagtølum, sum tá vórðu endurskoðað, dagførd og broytt. Tað hevði við sær, at samlaðu lønirnar vuksu eitt vet - serliga seinni árini. Størsta orsøkin handan vøksturin er at hagtølini nú eisini fevna um teir arbeiðsgevarar, ið eru skrásettir í føroysku altjóða skipaskrásetingini (FAS-skipanini) og mettir at vera partur av føroyska búskapinum. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endað”.